Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hendan myndin er av heimasíðuni hjá einum hotelli í miðbýnum í Dublin, sum reklamerar við, hvussu tætt tað liggur við Guinness-bryggjaríið. Bryggjaríið hevði í 2024 knapt 1,7 milliónir vitjandi, nærum 3 ferðir fólkatalið í Dublin | Mynd: Hotel St. George

Föroya Bjór má ongan veg fara

SKRIVAÐ: Fríðin Ziskason  |  19.04.2026 - 15:12 Politikkur Vinna

Tað verður onki minni enn ein vanlukka fyri Klaksvík, um Föroya Bjór noyðist at flyta úr miðbýnum í Klaksvík.

 

 

Vit hugsa kanska ikki altíð um tað, tí vit eru von við tað, men fyri býir og eisini stórbýir eru bryggjaríir í sentrum risastór aktiv og atdráttarmegir. Og við Hotel KG beint við kann spyrjast ein framúr synergieffekt. Klaksvíkar Býráð eigur at gera alt í síni makt fyri, at so verður.

Hevur tú verið í Dublin, hevur tú eisini sæð, og møguliga staðið í, eini kilometralangari bíðirøð fyri at sleppa inn á Guinness-bryggjaríið í miðbýnum. Heineken hevur ein vitjanardepil í hjartanum av Amsterdam. Í München finnur tú Löwenbräu og fleiri onnur bryggjarí miðskeiðis í býnum. Coronabryggjaríið finna vit tættbygdum, urbanum øki í Mexico City. Og soleiðis kundu vit hildið á.

Søguliga er onki at koma eftir. Föroya Bjór er 20 ár eldri enn Klaksvík og eigur at hava hevdvunnin rættindi til sína staðseting. Frá byrjan stuðlaði bryggjaríið mentanini í Norðoyggjum, herundir fyrsta skúlanum í landinum, Føroya Fólkaháskúla, sum húsaðist í Norðoyggjum 1899-1906, og enn tann dag í dag er ikoniski veðrurin ímynd av mentan, góðsku og av Klaksvík. Norðoyingar flestir eru sera ernir av Föroya Bjór og ikki minst, hvussu lokala bryggjaríið her norðuri hevur yvirlivað mangar kappingarneytar og er framman fyri teir núverandi í góðsku.

Verður Föroya Bjór trýst at flyta, verður tað ein vanlukka fyri Klaksvík. Enn er skaðin ikki hendur, og bólturin liggur nú hjá býráðnum, sum enn kann bjarga miðbýnum.

 

Fríðin Ziskason, býráðslimur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið