Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd av Klaksvík frá 1892. Til vinstru síggjast handilsbyggningarnir úti í gomlu Klaksvíkini. Húsið fremst á myndini er tað gamla lýsikókaríið hjá handlinum. Garðurin niðan frá húsunum er laðaður við hvalaskøltum. Hetta var frá tí tíðini tá Klaksvík enn var eitt satt útróðrarpláss. | Mynd: Úr bókini hjá Steffen Stumann Hansen v.fl. ‘Færøerne 1894’.

Klaksvík fylgdi slett ikki við!

SKRIVAÐ: Rani Nolsøe  |  17.04.2026 - 10:51 Poddar Tíðindi Vinna

Táið slupptíðin brakaði í gjøgnum her á landi fyri 150 árum síðani, og Tvøroyri streyk avstað sum tað nýggja vinnuliga sentrið í Føroyum, var Klaksvík slett ikki við

 

Tað var tann tíðin, tá húskallar gjørdust fiskimenn, og arbeiðsgentur blivu fiskagentur, og bøndur bara kundi hyggja at, meðan firðir og sund fyltust við nýggjum gomlum sluppum, sum streymaðu til oyggjarnar úr Onglandi.

Tað gav at býta, tá oldurabbi blaðstjóran á Norðlýsinum, Nickels Lutzen, og abbi mín, Mouritz Winther, keyptu sluppina Livingstone í 1910, og reiddu hana út til 1922.

Tá var henda slupp tann einasta í Klaksvík, meðan tað vóru heili 125 skip tilsamans í Føroyum tá.

Tað var sama ár, táið teir báðir keyptu handilin hjá Jørgen Bech & Sønner úti í Klaksvíkini, og við tí vórðu teir fyrstu føroyingar, sum keyptu ein handil burturav av tí gamla einahandlinum í Føroyum.

Restirnar av einahandlinum høvdu danskir handilsmenn annars sitið á við húð og hár, síðani hann varð avtikin í 1856.

Optimisma ráddi og tað vóru nýggjar tíðir í Føroyum.

Restirnar av tí gamla bóndasamfelagnum vóru hoknaðar undir trýstinum frá nýggja fiskivinnusamfelagnum, sum rættuliga skjótt fótaði sær um tað mundið.

Tí var tað sjálvsagt, at Nickels og Mouritz, sum tað fyrsta, útvegaðu handlinum eitt skip til fiskarí.

Tað eydnaðist teimum tann 10. septembur í 1910 at keypa KG 320 Livingstone, sum var 78,52 tons brutto, á tvingsilssølu frá Færøernes Sorenskrivers Auktionsret.

Og tá stevnt varð inneftir Vánni, var hon - so løgið tað kann ljóða - tað einasta fiskiskip í her á staðnum.

Tí, hóast fiskiskip vóru at síggja alla staðni í Føroyum, var Klaksvík framvegis eitt útróðrarpláss burturav, sum tað hevði verið heilt aftur í einhandils tíðina.

 

Myndin er frá 1892 og húsini á myndini eru sethúsini hjá Nickels Lutzen. Skipið á Vánni er ‘Laura’, sum silgdi fyri ‘Det Forenede Dampskip Selskab’ í Norðuratlantshavinum frá 1888 til 1910.

 

Útróðrarsamfelagið

Tað er tí ein áhugaverdur spurningur, hví Klaksvík so leingi var eitt typiskt útróðrarmanna samfelag, meðan skipsfiskiskapur gjørdist alt meira vanligur aðrastaðni í Føroyum.

Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, vísir á nakrar serligar tættir, sum fingu týdning.

Aftaná at einahandilin var avtikin í 1856 vóru fleiri royndir gjørdar at fáa skipsfiskiskap í lag í Klaksvík.

Frá 1864 og fram til 1873 vórðu royndir gjørdar við Emmu Dortheru, Caprice, Gylfe, Bikuben og Helenu Frederiku, uttan at tað fekst at rigga.

Í 1874 var 34 tons langbummarin Løvenørn keypt til Jørgen Bech & Sønner úti í Klaksvík, og fór hon til fiskarí undir Føroyum, Íslandi og Noregi.

Men longu átta ár seinni rakti fyrsta stóra skipsvanlukkan Norðuroyggjar.

Tað var í 1882, tá Løvenørn fórst í ódnarveðri undir Íslandi við 11 monnum umborð. Í sama ódnarveðri fórst eisini skonnartin Bella við 20 monnum, harav tríggir vóru norðoyingar.

Og longu árið eftir fórst Stangarbáturin, sum handilin hjá Jóan Petur Olsen, við átta monnum. Sjey av teimum sjólótust.

Hans Andrias sigur, at skipsfiskiskapurin í Klaksvík við hesum vanlukkum fekk eitt veruligt skot fyri bógvin.

At fólk í Klaksvík mistu tað besta skipið, Løvenørn, við 11 monnum, og at handilin hjá Jørgeni Bech & Sønner misti nógva pening, var eitt stórt bakkast.

Hartil kom, at Klaksvík framvegis var ein fáment bóndabygd, og at tað tí vóru stórir trupulleikar at finna fólk at manna skipini og reka tey.

Samstundis byrjaðu lond í Evropa at seta handilsforðingar og tollmúrar í gildi, fyri at verja teirra egnu hóttu búskapir. Tað rakti føroyska útflutningin til londini í Suðurevropa hart, og førdi til, at fiskiskapurin í 1880-árunum hilnaðist sera illa. Tað sást eisini aftur í sluppflotanum, sum nærum hálveraðist tey árini.

Meðan íslendingar høvdu notið ágóðan av fríhandli heilt aftur til 1786 og fram til toll múrðarnar í 1880-árunum, so var fríhandilin í Føroyum steðgaður eftir einans 25 árum, tí einahandilin varð ikki avtikin fyrr enn í 1856.

Tá steðgaðu klaksvíkingar øllum ætlanum um at reka veruligan skipsfiskiskap. Handilin úti í Klaksvík hevði bara eitt skip, Bikuben, og tað fórst út fyri Trongisvágsfirði  í 1895, og teir fýra menninir norðan úr Vági sjólótust.

Hóast skipatalið í Føroyum vaks í stórum, keypti hvørki tann stóri handilin úti í Klaksvík ella nakar annar nakað skip tá.

Útróðurin var álitið, og hóast føroyingar í stórum gjørdust sluppfiskarar, blivu klaksvíkingar verandi útróðrarmenn.

 

Fremst á myndini til høgru eru tey fyrstu læknahúsini í Klaksvík frá 1872. Húsini í miðjuni eru sýsslumanshúsini frá 1865. Uttanfyri og vinstrumegin myndina eru handilsbyggningarnir úti í Klaksvíkini

 

 

Munur á Tvøroyri og Klaksvík

Tað var nakað sum fekk stóra ávirkan á menningina í Klaksvík.

Á Tvøroyri var grundarlagið undir slupptíðini nøkur sterk reiðarí og ein ognarleys fjøld, sum bara høvdu sína arbeiðsmegi at selja.

Tað er eisini orsøkin til, at fakfelagsrørslan gjørdist so sterk har suðuri og at tað var júst har, at javnaðar rørslan í Føroyum tók seg upp.

Í Klaksvík var støðan ein onnur.

Har vóru eingi stór reiðarí og vanliga fólkið átti teirra egnu útróðrarbátar.

Tí var Klaksvík í størri mun merkt av eini sjálvstøðugari vinnu mentan, har meginparturin av fólkinum í veruleikanum vóru sjálvstøðugt vinnurekandi. Menn fóru til útróðrar við egnum bátum og seldu veiðina til handlarnar runt vánna.

Tað sigst, at tann, sum bjóðaði størsta snapsin, hevði góðar møguleikar at fáa útróðrarmenninar til sín at landa.

 

So kom gongd á

Men í árunum aftaná 1910 kom verulig gongd á.

Og longu í 1936 vóru so mangir sum 50 deksbátar og skip í vinnu í Klaksvík.

Tað sást eisini aftur í fiskaðu mongdunum, tí meðan einans eini 200 tons vórðu fiskað um árið fyrst í 1900-árunum, so vórðu heili 3000 tons fiskað í 1936!

Tað var nakað sum setti gongd á eina ógvusliga menning av Klaksvíkini. Her í Føroya bestu náttúruhavn lógu øll skip púra trygg fyri teymi og fólk fluttu í stórum tali av bygd inn til Klaksvíkar.

Hóast skipsfiskiskapurin soleiðis tók seg sera skjótt fram, so hevur Klaksvík altíð verið Føroya størsta útróðrarpláss.

 

Hoyr samrøðu við Hans Andreas niðanfyri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…
Klakkur inni við 190 tonsum
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…
Sjálvandi hevur samgongan ikki áhuga í a…
Sámal & Benjamin á Summar Festival
FM-finalistar­nir møtast í hálvfinaluni í…