Lýsing
Lýsing
Lýsing
Freistin at senda inn hugskot til Norðoyastevnuskránna er hósdagin 21. mai 2026. | Mynd: Dávur Winther

Norðoyastevnan stendur fyri durum

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  05.05.2026 - 08:30 Mentan Tíðindi

Talan er um eina góða gamla og viðkomandi Norðoyastevnu, sum nú hevur 90 ár á baki. 90 ára føðingardagurin verður eisini hátíðarhildin.

Fyrireikingar til Norðoyastevnuna hava verið  í eina tíð, men er nakað eftir at koma á mál.

Úr rúgvunini kann nevnast konsert við Klaksvíkar Hornorkestri og Havnar Hornorkestri, sum spæla í Varpinum, Annfinn & Co, sum hava konsert í Varpinum, Klaksvíkar Sjónkeikarafelag, sum hava Norðoyastevnuteitið í Spinnarínum og framføra eisini “90 ára Føðingardagin” í Varpinum, hugleiðingar og framsýning um kvinnur í fiskivinnuni, listaframsýningar, kappróður o.m.m.

Morgunábit á Biskupstorgi, sum Føroya Banki bjóðar til, setan av Norðoyastevnuni, Treysti-renning, sukklukapping, ítróttur og toppdystir – Kí - EB/Streymur.

Skrúðgongur, miðnáttarrøða í Vágstúni við Sjúrða Skaale, har hann talar til mongu veljarar sínar – hann fekk um 40 % av øllum tøku stemmunum í Klaksvík til Fólkatingsvalið - og setur Klaksvík og alt tað, ið her er, á skák. Felagssangur í Varpinum. Tivoli og stórdansur í Badmintonhøllini.

Norðoyastevnurøðan sunnudagin í Vágstúni við Hans Andrias Sølvará, sum hugleiðir um tíðina og felagslívið í Klaksvík fyri 90 árum síðan – men sjálvandi lýtur hann eisini fram í tíð.

Tú kanst eisini vera við til at sniðgeva Norðoyastevnuna, sum verður 30. og 31. mai 2026. Hugskot um tiltøk kunnu sendast inn her: Norðoyastevnuskráin 

Freistin at senda inn hugskot til Norðoyastevnuskránna er hósdagin 21. mai 2026.

So, tað er kanska tíð at hyggja at føroyska búnanum, og silvurið verður pussað. Spennandi verður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið