Lýsing
Lýsing
Lýsing

Spennandi bridgefestivalur við altjóða luttøku

SKRIVAÐ: Føroya Bridgesamband  |  16.04.2026 - 21:00 Ítrottur Tíðindi

Um vikuskiftið verður Tórshavnar Bridgefestivalur hildin í Dansifrøi Havn. Hetta er sjeyndu ferð, at festivalurin verður hildin, fyrstu ferð var í 2019, og síðan er hann hildin hvørt ár uttan í 2021, tá koronufarsóttin kom upp á tvørs

 

 

120 bridgespælarar fara at seta seg við bridgeborðini í Dansifrøi um vikuskiftið at spæla í Tórshavnar Bridgefestivali 2026. Meira enn helvtin av spælarunum eru útlendingar, og teirra millum eru fleiri sterkir spælarar.

Sjálv festivalkappingin byrjar fríggjadagin klokkan 16 og heldur fram leygarmorgunin klokkan 9, men longu í kvøld, hóskvøldið, klokkan 19 verður skipað fyri einari upphitingarkapping í Bridgehúsinum í Havn, og sunnukvøldið klokkan 19 verður skipað fyri einari farvæl-kapping í Dansifrøi.

Íslendingar hava tikið føroyska bridgefestivalin til sín og koma mannsterkir hvørt ár, men í ár er eisini góð umboðan úr øðrum londum. Tey sjey londini, sum eru umboðað í Tórshavnar Bridgefestivali í ár, eru Føroyar, Ísland, Danmark, Noreg, Niðurlond, Póland og USA.

Í fjør vann eitt sterkt norskt par, og annar teirra, Svein-Gunnar Karlberg, er við aftur í ár, og við sær hevur hann tríggjar sterkar norskar spælarar.

Bogi Simonsen, sum telist millum stinnastu spælararnir í Føroyum, hevur vunnið kappingina fýra ferðir, men seinastu tvey árini er sigurin gloppin honum av hondum. Øll árini hevur Bogi havt sterkar útlendskar spælarar sum makkarar, og í ár er onki undantak í so máta. Makkarin hjá honum hesa ferð er sterki danski bridgespælarin Palle Reimann. Hann er eisini venjari hjá danska landsliðnum í bridge, sum vann silvur í seinastu HM-kappingini.

At kalla allir teir bestu føroysku spælararnir eru við í kappingini, eitt nú Dánjal Pauli Mohr og Arne Mikkelsen, sum eru føroyameistarar fyri pør, og FM-vinnararnir fyri lið, Símun Lassaberg – Árni M. Dam og Pól E. Egholm – Magni Jøkladal, eru eisini við. Hampulig útlit skuldu tískil verið fyri, at okkurt føroyskt par verður frammarlaga, tá gjørt verður upp leygardagin út á seinnapartin.

Flestu árini hava kappingarnar verið rættiliga javnar, eitt árið enntá so javnt, at tað bara vóru tvey av teimum oman fyri 1100 stikkunum, sum takast kundu í kappingini, ið avgjørdu býtið av trimum teimum fremstu plássunum.

Hetta er sjeyndu ferð at skipað verður fyri Tórshavnar Bridgefestivali. Fyrsta árið var í 2019, og síðan hevur festivalurin verið hvørt ár uttan í 2021, tá hann mátti avlýsast vegna koronu. Bridgefestivalurin er millum størstu afturvendandi altjóða tiltøkini í Føroyum, hann er eitt gott dømi um væleydnað tiltak, sum er i tráð við strategiina hjá Visit Faroe Islands um at menna sokallaða vinnuferðavinnu í Føroyum, og ein av háttunum er at menna altjóða ítróttartiltøk. Fyri at hava skipað fyri bridgefestivalinum og ment hann til afturvendandi tiltak, fekk Jákup Sørensen í fjør heiðurin sum ambassadørur frá Visit Faroe Islands.

Tað er Føroya Bridgesamband, sum stendur fyri Tórshavnar Bridgefestivali.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið