Lýsing
Lýsing
Bert eitt lítið lot av landsynningi, og tá kann vera mjørki í Klaksvík. Ógvuliga ráligt veður, og hitamátarar vísa upp ímóti 10 stigum.
|
Mynd: Símun Háberg
Veðrið í dag
Hetta er triðja forsøgnin hjá Símuni Háberg, sum er í starvlæru á Veðurstovu Føroya. Hann hevur sitið við Windy og øðrum appum at kanna veðrið - og hildið tær ímóti mátistøðum hjá Veðurstovuni og Landsverki.
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og regn, seinnapartin samdrigið og okkurt ælið. Í kvøld lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, samdrigið og kanska okkurt ælið. Í kvøld skýggjað ella samdrigið og okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin veksur upp í frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Hitin 6 til 9 stig.
Seinastu tíðindini