Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar miðbýi
Í nøkur ár hevur verið stríð millum Føroya Bjór og Klaksvíkar kommunu, ið týðiliga hava ymiskar fatanir av menningini av Klaksvíkar miðbýi. Klaksvík var í farnu øld ein ídnaðarbýur, men er seinastu árini umbroyttur til ein tænastu- og vitanarbý. Hóast hetta eru nógvir klaksvíkingar uppvaksnir í ídnaðarsamfelagnum og hava tí ikki skilt, hvussu nógv Klaksvík er broytt upp á lutfalsliga stutta tíð.
Føroya Bjór er staðsett í miðbýnum í Klaksvík, og tað er ein greið feilstaðseting. Eitt framleiðsluvirki hoyrir ikki heima í miðbýnum, men átti at verið staðsett í útjaðaranum av býnum - ella uttan fyri býin. Í farnu øld vóru onnur framleiðsluvirki í miðbýarbeltinum millum Borðoyarvík og Vágna, men hesi eru antin givin ella umbroytt til tænastuvirksemi. Eftir stendur Føroya Bjór sera malplaserað millum kirkju, mentanarhús, matstovur, apotek, hotell og ymiskt annað tænastuvirksemi. Á kortinum havi eg litað Føroya Bjór reytt fyri at vísa staðsetingina. Aðrir vinnubygningar eru litaðir violettir.
Klaksvík er sum sagt púra transformerað síðani farnu øld. Gongur tú ein túr í Klaksvík í dag, er broytingin frá 90’unum eyðsýnd. Stórir, stásiligir bygningar eru bygdir og eldri bygningar hava fingið nýggjar funktiónir. Stásiligu bygningarnir koma av álvara til sín rætt í perspektivinum, ið Vágsbøur og Akursmørk geva. Heilt frá Borðoyarvík til Vágna og langt norður/út eftir báðum ørmunum er nú eitt stórt, samanhangandi belti av tænastuvirksemi. Longur úti á Borðoyarvík er nakað av framleiðsluvirksemi, men við Vágna skulu vit nú út um Sjúkrahúsið og norður um ferjuleguna fyri at finna framleiðslu. Tænastuvinnan trokar spakuliga framleiðsluvinnuna longur út/norð, og tyngsta virksemið er longu flutt úr býnum - norður í Ánirnar. Men eftir stendur Føroya Bjór sum ein býarrúmlig deyðvekt nærum mitt í hesum belti.
Tá ið tosað verður um býarskipan, verður sipað til uttanvirknaðir (eksternalitetir). Tað ræður um at staðseta funktiónir soleiðis, at tær veita hvørjum øðrum positivar uttanvirknaðir. Til dømis verður tosað um “grøn øki” og “blá øki”, ið geva kringumhvørvunum serligar ágóðar, ið ikki kunnu keypast fyri pengar. Tí er altumráðandi, at Klaksvíkar kommuna varðveitir tey grønu øki, ið eru eftir í miðbýnum. Hesi øki eru gull verd fyri býarumhvørvið og visuella “býarskapið”. Býurin missir meiri fyri minni, um bygt verður á grønu økjunum. Klaksvík er eisini vælsignað við Vágni, ið gevur býnum framúr blá øki, ið søguliga hava verið karmur um vinnulív, men framyvir eiga at brúkast sum rekreativ øki. Har er tó framvegis nógv arbeiði á láni at integrera bláu økini við miðbýarrúmini. Nýggja kappróðrarneystið vísir eftir mínum tykki vegin hvat viðvíkur at sameina býarrúm og blá øki.
Føroya Bjór gevur hinvegin ikki miðbýnum stórvegis. Heldur er tunga ferðslan í sambandi við tilfars- og vøruflutning til ampa fyri økið, eins og stóru afturlatnu fasadurnar hava eitt óvinarligt uttrykk. Tað er stórt spell, at Føroya Bjór er staðsett, har tað er. Sjálvandi ber ikki til at flyta hetta virksemi eftir einum degi, men tað hevði klætt Føroya Bjór at havt eina ætlan fyri, hvussu framleiðslan kann flytast til annað stað í kommununi, samstundis sum hetta økið kann tænastu- og/ella vitanargerast, helst á arkitektoniskt høgum støði. Tað kann væl hugsast, at Føroya Bjór framhaldandi kann hava part av sínum virksemi her, men neyðugt er at hugsa um, hvussu økið (antin umbygging av verandi bygningi ella nýbygging) kann gerast ein aktivur partur av býarrúminum í Klaksvíkar miðbýi. Til alla lukku er Føroya Bjór ikki ein stinkandi sildaverksmiðja, so málið hevur ikki átrokandi skund her og nú, men fyritøkan átti at sæð seg sum viðspælara í menningini av einum spennandi miðbýi, heldur enn at vera ein forðing fyri framburði.
Føroya Bjór er endað skeivu megin søguna. Í 1926 vóru tað framleiðsluvirki, ið drógu tilflytarar til býin, men í 2026 og frameftir verða tað ikki framleiðsluvirki, men tænastu- og vitanarvirksemi, ið ger Klaksvík spennandi og lokkandi fyri ungfólk. Ein vælvirkandi miðbýur er avgerandi fyri uppvaksandi ættarlðini. Føroya Bjór er tíverri ein forðing í hesum sambandi. Vit liva ei longur í farnu øld. Tað hevur kommunan skilt, men Føroya Bjór tykist sum eitt gamalt tvørball, ið ikki vil tillaga seg til nýggju tíðina.
Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur við sergrein í býarskipan