Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ægir skipaði fyri bólkastevnu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.04.2026 - 09:33 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Farna vikuskiftið skipaði Ægir fyri bólkastevnu í Klaksvíkar svimjihøll. Um 200 børn komu til kappingina, sum varð skipað í 3 pørtum. Fyrst sluppu tey sum eru fødd í 2018 og seinni at royna seg, og síðan tey sum eru fødd í 2017 og 2016. Og til endans tey sum eru fødd millum 2015 og 2012.

 

Hetta var ein avbera stuttligur dagur við ógvuligari nógvari ferð - bæði á svimjarunum og teimum, sum stílaðu fyri.
Til hesar bólkastevnurnar letur fyriskipandi svimjifelagið heiðursmerki til tey trý fremstu, tí vóru tað eisini nógvar heiðursmerkjahandanir.

Nógv børn vóru glað og nøkur, sum kundu hugsað sær at fingið fatur á einum heiðursmerki, sum tey tíverri ikki náddu til hesa kappingina. Men vit vita, at um ein er støðufastur og venur so skulu úrslit nokk spyrjast burturúr. Vit vita tó eisini, at tað ikki er pláss fyri øllum ovast.

Skjótt verður aftur skipað fyri kapping í Klaksvíkar svimjihøll fyri børnum í hesum aldursbólkinum, tá Svimjisamband Føroya skipar fyri ABMS, aldur bólka meistara stevna - FM fyri børn upp til 15 ár. ABMS verður hildin 2. og 3. mai og hevur innleiðandi umfør um morgunin og finalur seinnapartin. Tó er kappingin skipað, sum beinleiðis finalur fyri tey smærru (bólk 1 og 2) og einstakir av teimum longru teinunum eru eisini beinleiðis finalur.

Takk fyri eitt frálíkt vikuskifti øll somul. Øll tit sum luttóku, hjálptu til og annars vóru ein partur av degnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið