Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  15.04.2026 - 22:38 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var spæl uppá eitt mál, tá KÍ hevði vitjan av ÍF.

KÍ-venjarin Magnus Powell hevði rist í posanum og tí vóru bara fýra-fimm leikarar frá byrjan av teimum, sum vanliga byrja inni. Tí var tað ikki eitt samanspælt lið, og tað gekk ein løta hjá KÍ at fáa hol. Men so gekk eisini skjótt og báðir álopsleikararnir, sum fingu møguleikan frá byrjan, Erlend Hustad og Dávid Reynheim, vóru millum málskjúttarnar í fyrra hálvleiki. Tað endaði 6-0 til KÍ.

 


Teir lokalu fingu minuttir

Ein slíkan dyst er tað sum vit hava skrivað um ofta áður eitt gylt høvið at geva teimum ungu lokalu leikarunum minuttir, tí nær skulu teir annars fáa møguleikan. Jákup N. Vilhelmsen, Páll Müller og John Ziska Joensen komu allir á vøllin í seinna hálvleiki, stóu seg væl og tað merktist á áskoðaraplássunum. Fleiri av lyklaleikarunum hjá KÍ vóru als ikki í hópinum og sum heild var hetta ikki ein dystur, sum kravdi tað stóru orkuna av KÍ, sum tí eigur at verða væl fyri til uppgávuna á Argjum mánakvøldið, ið gott kann fara at vísa seg at blíva tann torførasta hjá KÍ har síðani minniliga dystin í 2016 soleiðis sum AB og KÍ hava avrikað í ár.

Málini skutu: Erlend Hustad, Árni Frederiksberg, Dávid Reynheim, Hampus Nesstrøm og Deni Paulovic. Og eitt sjálvmál.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið