Lýsing
Lýsing
Julian føroyskt met til DM í 10 km
Fleiri føroyingar vóru til start, tá danska meistaraheitið í 10 km varð runnið í Århus í dag. Julian Gregersen úr Treysti var ein av luttakarunum, og undan kappingini hevði hann sett sær sum mál at taka føroyska metið hjá Albert Marna frá 1994.
Talan var um eitt sera sterkt felt, við m.a. Joel Ibler Lillesø, sum í farnu viku setti nýtt danskt met á teininum. Kappingin um fremstu plássini var hørð, og Julian endaði á einum 18. plássi við tíðini 30:42. Hetta var eisini nokk til at bøta um føroyska metið við 14 sekundum.
Umframt Julian luttóku Ragnar Rasmussen, Neli Heldarskarð og Steffan Kunoy.
Seinastu tíðindini