Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aðalfundur og nýggj starvsnevnd í Tónleikasambandi Føroya

SKRIVAÐ: Tónleikasamband Føroya  |  16.04.2026 - 11:16 Mentan Tíðindi

Tann 15.apríl 2026 kl.19-21 var ársaðalfundur sambandsins hildin í Perluni, á Tórsgøtu.

 

 

Limafeløgini møttu væl upp og Dánjal Dam á Neystabø, formaður síðani 2022, greiddi væl frá farna virksemi sambandsins, umframt komandi visjónir, sum nevndin hevur gjørt sær.

Fyrrverandi nevndin hevur fingið sera nógv av skafti seinastu árini. Hon hevur fingið eina játtan á fíggjarlógini, sum er hækka tvær ferð, eftir tørvi. Nevndin hevur samskipað FMA, Spæl Føroyskt og hevur fingið í lag nýggja stuðulsskipan, Økistónar, til konsertfyriskiparar, umframt at umsita skipanina. 

Afturat dagliga rakstrinum og umboðanini av limafeløgunum og føroyskum tónleiki her heima og uttanlanda, hevur nevndin m.a. skipað fyri orðaskiftum um eitt nú vitlíki, javnstøðu og politikk, upp til løgtingsvalið. Og nú ber til hjá limafeløgunum, at leita sær løgfrøðiliga hjálp, við at venda sær til Tónleikasambandið. Nevndin hevur eisini sett gransking í verk, sum skal hjálpa at kortleggja tónleikaumhvørvið, soleiðis at Tónleikasambandið framhaldandi kann ráðgeva mynduleikum, sum ynskja at virka tónleikinum at frama. Nevndin situr í dag í fleiri ráðum og nevndum, sum eitt samlað umboð fyri tónleikin. 

Nógv annað er sett í verk seinastu árini og vit vóna, at komandi nevnd fer at arbeiða hart fyri, at viðlíkahalda og menna hesi átøk, umframt at seta sítt egna dám á, hvussu Tónleikasambandið skal virka og vera framyvir.

 


Val av starvsnevnd

Marianna W. Nagata (2023-25 & 2025-26) og Dánjal Dam á Neystabø (2022-24 & 2024-26) stillaðu ikki upp aftur til endurval hesuferð. Siri S. Hansen (2023-25 & 2025-), Rókur Jákupsson (2025) og Tróndur Bogason (2025) hava eitt ár eftir av sínum valskeiði.

Tey, sum vóru vald í starvsnevndina vóru:

Jenný A. Kragesteen og Jón Klæmint Hofgaard.
Sigmundur Zachariassen varð valdur tiltakslimur.

Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin og nýggja nevndin er sostatt:

  • Jenný A. Kragesteen, forkvinna
  • Rókur Jákupsson, kassameistari
  • Jón Klæmint Hofgaard, skrivari
  • Siri S. Hansen, nevndarlimur
  • Tróndur Bogason, nevndarlimur

Marianna W. Nagata og Dánjal Dam á Neystabø hava sitið í nevndini í fleiri ár og takka fyri sína tíð, umframt ta álit teimum hevur verið givið. 

Marianna fer í fyrsta syfti, at halda áframm í starvinum sum samskipari hjá Tónleikasambandinum.

Vælkomin til nýggju nevndarlimir og bestu eyðnu!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið