Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fólk standa á ferjuleguni og taka ímóti Dúgvuni á hennara seinasta túri um Leirvíksfjørð tann 29. apríl 2006 | Mynd: Oliver Joensen

Norðoyatunnilin hátíðarheldur 20 ára dagin – Ókeypis at koyra í átta dagar! 

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen, Myndir: Oliver Joensen  |  16.04.2026 - 13:40 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Norðoyatunnilin varð alment tikin í nýtslu tann 29. apríl 2006 og P/F Norðoyatunnilin hevur avgjørt, at frítt verður at koyra leygardagin 25. apríl til sunnudagin 3. mai

 

Hesar átta dagarnar eru tveir leygardagar og eisini sunnudagurin 3. mai, tá KÍ spælir á heimavølli móti Skála

Norðoyatunnilin kostaði 395 milliónir krónur at byggja og er 6,2 km langur. Av hesum eru 3,1 km undir Leirvíksfirði.

Norðoyatunnilin varð liðugur fyri tíðina, og tríggjar mánaðir fyrr enn tíðarætlanin segði, sluppu fólk og bilar at koyra ígjøgnum 6 kilometrar langa tunnilin.

  • Í 2005 vóru í meðal fluttir 329 bilar um Leirvíksfjørð hvønn dag við ferju. 
  • Í 2025 koyrdu í meðal 4.464 bilar ígjøgnum Norðoyatunnilin hvønn dag. 

 

Niðanfyri eru myndir frá fagnaðardegnum 29. apríl 2006.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið