Lýsing
Lýsing
Lýsing

Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjónistar

SKRIVAÐ: Áhugabólkur Pensjónista  |  16.04.2026 - 21:25 Politikkur Tíðindaskriv

Tað er trupult at fáa eyga á batar í samgonguskjalinum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, tá umræður livikorini hjá lágløntum pensjónistum.

 

Í Samgonguskjalinum verður boðað frá, at markið fyri mótrokning skal hækkast upp í 300.000 kr., og samstundis skal mótrokningarprosentið hækka upp í 30 prosent. Og skulu arbeiðs-marknaðargjøld eisini rindast av arbeiðsinntøku hjá pensjónistum.


Hetta uppskot um mótrokning gagnar einans pensjónistum, sum eru høgtløntir og ikki teimum mongu, sum bert hava lága pensjón, og  lága arbeiðsinntøku ella lága privata pensjón at liva av.


Mótrokningin átti heldur at verið broytt soleiðis, at hon ístaðin kann gagna stórum tali av  fólkapensjónistum, ið hava lága inntøku.

Beint fyri løgtingsvalið kom Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, við uppskoti um at hækka mótrokningina í fólkapensjónini úr 61.900 kr. upp í 102.600 kr. Um tílíkt uppskot til mótrokning varð sett í verk, vildi tað hjálpt einum hópi av lágløntum fólkapensjónistum, sum soleiðis høvdu fingið meira pening at liva av.  

Teir pensjónistar, ið bert ella nærum bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, hava tørv á at fáa eina eykaviðbót ella eldrakekk líknandi donsku skipanini. Somuleiðis eiga fyritíðarpensjónistar, sum fáa pensjón, ið liggur undir fátækraváðamarkinum, eisini at fáa ein eykaviðbót afturat fyritíðarpensjónini, ið lyftir teir upp um fátækraváðamarkið.

Í samgonguskjalinum verður sagt, at fyribils tiltøk verða sett í verk at lætta um hjá fólki, nú oljuprísirnir eru hækkaðir munandi og matvøruprísirnir eru vorðnir sera høgir.

Fráboðaði oljustuðulin eigur at verða sett í verk, hetta ongantíð ov skjótt.

 


Áhugabólkur Pensjónista

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið