Lýsing
Lýsing
Lýsing

Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026 kl. 17:00

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.04.2026 - 21:39 Tíðindaskriv

Kórið Tarira, undir leiðslu av Bernharði Wilkinson hava í seinastuni vant tónleik fyri kór og urgu.

 

 

Tað er ungi dugnaligi Ari Hammer Joensen, sum fer at framføra nøkur verk saman við Tarira og eisini fáa vit høvi at hoyra bæði Ara og Tarira hvør sær.

Síðani stovnan í 2002 hevur kórið Tarira havt serliga stóran alsk til estoniska tónaskaldið Arvo Pärt og tað sæst eisini aftur í skránni til hesa konsertina. Stóra tónaskaldið fylti nemliga 90 ár í fjørð og fer kórið til konsertina leygardagin at framføra Bogoroditse Djevo, Da pacem Domine og The Beatitudes, hendan seinasta saman við Ara á urgu.

Umframt Arvo Pärt verður eisini tónleikur eftir Antonio Lotti, William Byrd, James MacMillan, Tomás Luis de Victoria, Adrian Peacock og Louis Vierne at hoyra.

Konsertin er ókeypis, tó ber til at stuðla kórinum við at lata pening í eina krukku í forkirkjuni.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið