Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað er eingin læknafaklig forðing fyri dialysu á KS, men ein spurningur um vilja. So er spurningurin, um tann politiski viljin góðtekur læknaliga mótviljan! | Mynd: KVF skíggjamynd

Nei! Sentralisering av dialysu leingir ikki lív sjúklinganna!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.04.2026 - 09:24 Leiðarin Politikkur

Í Degi og Viku fríggjakvøldið kom Jan Rasmussen, yvirlækni á LS, við tí pástandi, at sentralisering av dialysuviðgerði leingir lív sjúklingans, men staðfesti veruleikin vísir júst tað øvugta!

 

Í nógv ár hava vit her í lokalsamfelagnum sæð ein nýrasjúkling fyri og annan eftir følna og farist av, at eingin dialysa er á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og tí er tað ómetaliga skuffandi, at leiðslan í sjúkrahúsverkinum raðfestir egna fakliga komfort hægri enn lívbjargandi tænastu til nýrasjúklingar.

 

Mannalagnur upp á spæl

Vit, sum kenna lokalsamfelagið, hava nevniliga seinastu nógvu árini sæð, hvussu lagnutungar avleiðingar tað hevur havt fyri nýrasjúklingar, at teir dagliga noyðast langa leið fyri at fáa lívsneyðugu hjálpina frá sjúkrahúsverkinum.

Hetta sama váttar danska nýrafelagið í skrivi til føroyska systurfelagið, har tey m.a. siga:

«… at hæmodialyse tæt på eget hjem ikke bare reducerer de lange transporttider. Erfaringer viser, at nyrepatienter med adgang til flere og mere dialyse opnår langt større livskvalitet. Hyppig dialyse er mindre trættende, patienten bliver mindre afkræftet mellem behandlingerne og – ikke mindst – væskerestriktionerne kan håndteres flexibelt.»

Eingin ivi er um, at føroyska nýrafelagið hevur grein í sínum máli um týdningin av at fáa dialysu setta í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

80 ára gamli Ólavur Samson er nýrasjúkur og hevur inniliga tørv á dialysu á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Mynd: KVF skíggjamynd

 

Er sjúkrahúsverkið til fyri sjúklingin? - ella øvugt?

Í drúgva tíð hevur føroyska nýrafelagið stríðst fyri at fáa hæmodialysuna staðsetta á øllum teimum trimum sjúkrahúsunum, og hóast sterkan mótvilja frá læknum á LS so eydnaðist herfyri at fáa dialysuna staðsetta á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Fyri stuttum var skrivarin í nýrafelagnum í Degi og Viku og greiddi frá, hvussu lívsavgerandi tað er fyri nýrasjúklingar, at dialysuviðgerð eisini verður veitt teimum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Men nú hendir tað aftur, sum er hent óteljandi ferðir áður, at fyrst ein læknastjóri og fríggjakvøldið eisini ein yvirlækni á LS ger sær stóran ómak at mæla ímóti dialysu á KS, tí hetta skal vera so vandamikið! Ístaðin fyri at tosa um tørv sjúklinganna, savnar læknin seg um at savna allar læknar í Havn

Hugburður læknanna tykist vera, at  okkara væl útbygda veganet bert letur upp fyri ferðslu ein veg, nevniliga til Havnar, og læknarnir tykjast halda seg hava nakra sum helst mobilitetsskyldu og ei heldur at savna nakra servitan uttan fyri bøgarðarnar í Havn!

Tað er rættiliga áhugavert og samstundis ræðandi í hesum “tjóðarsemju”-tíðum, at vit hava ein høvuðsstað, sum ikki vil byggja alt land okkara, men einans vil byggja ein bý og harvið niðurlaga Føroyar sum land!

 

Danir jaligari enn høvuðsstaðurin

Tíbetur hoyrast aðrir tónar frá serkønum stovnum í Danmark!

Í skrivi frá danska nýrafelagnum til føroyska systirfelagið, framgongur greitt, at eingin læknafaklig forðing er fyri staðseting av dialysu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí “der er et medicinsk beredskab på sygehuset i Klaksvig”.

Í skrivinum orðar danska nýrafelagið seg m.a. soleiðis:

«Ifølge den danske sundhedsstyrelses specialevejledning for intern medicin: Nefrologi hedder det: Dialyse, herunder hæmodialyse, kan kun gennemføres i dialyseenheder, hvor der er etableret et internt medicinsk vagtberedskab, hvis opgave er at tilse patienter med akutte komplikationer, såsom kredsløbskollaps, åndenød eller større blødninger.Der foreligger således ikke noget krav om tilstedeværelse af nefrologisk ekspertise. Der er til gengæld et internt medicinsk vagtberedskab på hospitalet i Klaksvig.»

Sostatt er eingin forðing fyri at eftirlíka ynski føroyska nýrafelagsins, og tað bert ein spurningur um vilja í sjúkrahúsverkinum til at fáa hesa sera týðandi og lagnuavgerandi dialysuviðgerð setta í verk á KS.

Sostatt er tað bert ein spurningur um vilja frá leiðsluni í sjúkrahúsverkinum til at fáa hesa sera týðandi og lagnuavgerandi dialysuviðgerð setta í verk á KS.

Er tað veruliga so galið, at vælviljin ímóti Klaksvíkar Sjúkrahúsi sum fullgildugur partur av tí samlaða sjúkrahúsverkinum í Føroyum er størri í Danmark enn í høvuðsstaðnum, sum bert vil draga alt til sín?

Og fer tann nýggja samgongan, undir leiðslu av Fólkaflokkinum, at ganga við til henda neiliga hugburð úr høvuðsstaðnum?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…
Klakkur inni við 190 tonsum
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…