Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku tilbúgvingina
Føroyski Vinnukavaraskúlin og Nordsjællands Brand- og Dykkerskole er í hesum døgum í gongd við at førleika menna bjargingarkavarar á Serdeildini hjá Sløkkiliðnum í Keypmannahavn. Hesir kavararnir útbúgva seg sum kavaraleiðarar, sambært donsku lógarreglunum. Tað kann hugsast at føroyskir mynduleikar, eins og teir donsku, fara at áseta meira tíðarhóskandi lógarkrøv um kavaraleiðslu, innan føroyska vinnukavingina.
Samstarvið millum danska og føroyska kavaraskúlan hevur til endamáls at styrkja førleikarnar hjá bjargingarkavarum í donsku tilbúgvingini. Kavararnir skulu kunna taka ábyrgdina av at skipa og leiða kavingarátøk undir krevjandi umstøðum. Kavaraleiðarin hevur ein lykla leiklut í samband við m.a. trygdini hjá kavarum, fyrireiking og avgreiðslu av arbeiðinum hjá kavarum.
Á skeiðnum arbeiða luttakararnir við evnum sum lóggávu, váðametingum, neyðtilbúgving og handaligari leiðslu av kavingaruppgávum og átøkum. Undirvísingin er skipað í samstarvi millum føroyska vinnukavaraskúlan og Nordsjællands Brand- og Dykkerskole í Helsingør, har føroyskir undirvísarar lata síni royndir víðari – serliga frá arbeiði og royndum úr Norðuratlantshavi.
Bjargingarkavarar fáa við útbúgvingartilboðnum møguleika at menna seg og taka næsta stigið í sínari starvsleið sum kavaraleiðarar og kavarar.
Nordsjællands Brand- og Dykkerskole hevur drúgvar royndir innan sløkkiliðs- og bjargingartænastur, og saman við føroyska vinnukavaraskúlanum verður arbeitt miðvíst við at menna leiðsluførleikar hjá kavarum, sum dagliga arbeiða við krevjandi bjargingaruppgávum.
Serdeildin hjá Sløkkiliðnum í Keypmannahavn arbeiðir við serligum avbjóðandi bjargingaruppgávum, har kaving er ein týdningarmikil partur. Við hesi útbúgving fáa kavararnir styrkt sínar førleikar til at taka ábyrgdina sum kavaraleiðarar í møguligum vandamiklum og avbjóðandi støðum.
Samstarvið er eitt dømi um, hvussu føroyskur serkunnleiki og altjóða samstarv kann lyfta fakliga støðið – bæði í Føroyum og uttanlands.