Lýsing
Lýsing
Lýsing

Borgarafundur um ferðavinnuætlan fyri Svínoy 

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  17.04.2026 - 18:04 Tíðindi

Í samband við ferðavinnuætlanina, sum Visit North ger fyri flestu kommunurnar í Norðoyggjum, verður borgarafundur um ferðavinnuætlanina fyri Svínoy, á Brandstøðini í Klaksvík hósdagin 23. apríl kl. 16.00

 

Endamálið við ferðavinnuætlanini er at menna og fyriskipa ferðavinnuna í kommununum, so hon verður skipað á ein skilagóðan og burðardyggan hátt, við atliti til náttúru, lokal virði og trivnað í nærumhvørvinum. 

Tí verða heimafólk, festarar, hagastýri og onnur áhugað boðin til fund, har tit fáa høvi at geva tykkara íkast. Á fundinum verður harumframt greitt nærri frá hvat ein ferðavinnuætlan er, hvat endamálið er og hvussu arbeiðstilgongdin er skipað. 
Øll eru vælkomin at luttaka og leggja síni sjónarmið fram.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið