Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skýloftið fer at líkjast hesum – eitt sindur í hvussu so er. Fyri tað mesta høg skýggj í javnum lag (cs) ella høgir smábøklar (cc). Glottarnir fara at vera nógvir og stórir, tíðum nógv størri enn á myndini. Tað fer bert at vera eitt lítið lot av ymsum ættum alla vikuna, onkra løtuna fer at vera mjørki í støðum. | Mynd: Undirritaði

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  19.04.2026 - 17:17 Tíðindi Veðrið

Hátrýstveður alla vikuna, sum stendur fyri framman. Tað merkir vanliga gott veður, og soleiðis fer at vera hesaferð. Lítil vindur av ymsum ættum.

Lágtrýstini fara annan veg, koma ikki nær okkum, og sama er við brúgvaløgunum við regni. Tey fara at gera avfalli av sær onkra aðrastaðni.

Veika luftrákið ímóti okkum hevur ikki lýggjað luft við sær. Miðdepilin á hátrýstinum fer at liggja nær við Føroyar, og tí er tað ikki luft langvegis frá, sum rekur hendaveg – hvørki køld luft av pólinum ella lýggj luft úr Vesturevropa.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag.

Mánadagin:

Í morgin byjrað tað við frískum vindi norðan, 5 til 10 m/s, sum frá líður minkar niður í frískt lot, 3 til 8 m/s, meðan hann fer eysturum til landnyrðing. Um kvøldið og náttina minkar vindurin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Allan dagin skýggjað við sólglottum og onkrum hendinga æli. Hitin millum 4 og 9 stig.

Týsdagin:

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt. Hitin millum 5 og 10 stig.

Mikudagin:

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 4 og 9 stig.

Hósdagin:

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, sum út á náttina fer upp í útnyrðing. Skýggjað loft og yvirhøvur turt. Hitin millum 5 og 10 stig.

Fríggjadagin:

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum spakuliga hækkar upp í norðan og fer eysturum til landnyrðing. Í erva skýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 3 og 8 stig, um náttina niður ímóti frostmarkinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð