Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jógvan í Grótinum, saman við brøðrunum, Claus Rasmussen (Klávus í Trøllagili) og Christian í Grótinum - fluttu til Klaksvíkar sum ungir, og tóku teir navnið við sær: í Grótinum, sum er vorðið eitt kent navn her. | Mynd: Dávur Winther

Mentanarvika í Runavík

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  20.04.2026 - 11:58 Mentan Myndarøð Tíðindi

Ein drúgv og áhugaverd skrá er sett upp fyri eina heila viku við mentan av ymiskum slag í Runavíkar kommunu – og bygdunum har.

Listaframsýningar, søguferðir, konsertir, vælvera, te í Víkahusinum, gonguferðir, føroyski báturin, um II. veraldarbardaga í Søldarfirði o.m.m. stendur á skrá.

Í kvøld er m.a. á skrá, har tríggir skálamenn, Súni Kristiansen, Tummas Lervig og Asbjørn Mikkelsen hugleiða um ungdómsárini á Skála fyrst í 1960´unum.

Heðin Kambsdal

Eg náddi í gjár, áðrenn framsýningarnar lótu aftur, at síggja Heðin Kambsdal í Glyvrakirkju. Hann er góður, sum altíð, og er ljósið, skýggin og litsamansetingin heilt serstøk. Søgan í myndini hevur oftast okkurt gott gamalt við sær, sum fær hugin lættan.

Heðin er sum reyðvínið, gerst betri við árunum, hóast hann hevur ligið á toppinum alla mína tíð.

Síðani gjørdi eg eina rend oman á Skipanes. Her var eg nógv sum smádrongur, tí ein so fitt og umsorganarfull arbeiðskona okkara, Fríðgerð, sum var av Skipanesi, ið plagdi at hava meg við sær í vikuskiftunum. Tá spæla vit í friðarligu túnunum, har bilar, ikki sum nú, vóru ein rár hending.

Bjarti Skipanes, beiggi Gunnvør, gjørdi serstakar kassabilar, ið kundu meir enn teir flestu, og altíð gekk hann skitin við oljutum hondum, sum hann skrúvaði billutir, ið vit sóu upp til.

Vit vóru inni í Grótinum, í fjøruni og gingu annars millum húsini og mølu, har vit alla staðir vóru vælkomnir.

Tað var hugaligt at síggja framsýningina um víkingagarðin, sum verður sýnd fram í kaihúsinum á Skipanesi.

Víkingargarður

Hetta náttúruskapta havnalagið, brúkti Tróndur í Gøtu eisini sum sítt. Eisini er Skipanes kent sum skjútspláss í øldir, tá ið ferðast skuldi úr Norðoyggjum til Havnar ella umvent.

Her er ætlannin at gera ein størri víkingargarð, og vónandi verður eisini søguliga Tróndar-neystið endurreist. Ein sera áhugaverd framsýnign, eisini við einum 3D-Modelli, sum skilagóði Hanus Jacobsen úr Gøtu hevur gjørt.

Modell av víkingagarðinum og økinum kring hann við havnalagið á Skipanesi verður sýnd fram í kaihúsinum á Skipanesi.

Skráin fyri Mentanarvikuna

Í Grótinum

Tað var serliga stuttligt og hugaligt at vitja aftur inni í Grótinum, sum er sett í serliga góðan stand av Singari á Brúnni og konuni, Gunnvør, sum hevur ættarbond her og nærmasti granni, sum ung.

Her inni er ein rættiliga forkunnug framsýning av málningum eftir Fridu í Grótinum, sum hon skrivar seg á teimum eldru málningunum – Annars vaniga nevnd Frida Zachariassen.

Her er talan um listaverk hjá Klaksvíkar kommunu, Norðoya Sparikassa og øðrum, sum eiga verk eftir hana. Hesi hevur Signar á Brúnni tikið stig til at lána og sýna fram í Mentanarvikuni – Sanniliga eina vitjan verd!

Tey í Grótinum

Pápi Fridu, Jógvan í Grótinum, flutti til Klaksvíkar sum ungur. Sama gjørdu brøðurnir, Claus Rasmussen (Klávus í Trøllagili, gubbi mín, sum giftist upp aftur við langommu míni, Karin Mariu) og Christian í Grótinum - Teir fluttu til Klaksvíkar og tóku navnið við sær: í Grótinum, sum er vorðið eitt kent navn her.

28. oktober 2021, eru tað 150 ár síðani, at Joen Rasmussen av Skipanesi, vanliga nevndur Jógvan í Grótinum, varð borin í heim.

Brot úr grein: Jógvan í Grótinum 150 árAbbasonurin, Álvur skrivar í Norðlýsinum 18.10.2021

28. oktober 2021, eru tað 150 ár síðani, at Joen Rasmussen av Skipanesi, vanliga nevndur Jógvan í Grótinum, varð borin í heim.

Hann var næstelstur av seks systkjum, føddur hendan dagin í 1871, og foreldrini vóru Birgithe Marie (Birita) Joensdatter og Joen Rasmussen, ið var yngsti sonur Rasmus kongsbónda í Søldarfirði. Tá Jógvan (eldri 1833-1907) giftist við Biritu, festi hann eitt gerði á Skipanesi, har tey settu búgv á einum sermerktum stað við stórum klettum tætt uppat húsinum og harav kemur navnið í Grótinum.

Tann elsti av teimum seks systkinum Rasmus tók yvir eftir pápa sín á Skipanesi, Jógvan, Claus og Christian fluttu til Klaksvíkar, Anna Kristina til Syrðugøtu meðan tann systirin, ið varð kallað Marin av Skipanesi, flutti niður til Keypmannahavnar at búgva. Hon var ein sera myndig og gløgg kvinna, var í góðum starvi og ein hollur stuðul fyri bróðurbørn síni, tá tey komu niður at nema sær útbúgving.

Skúlagongdin hjá Jógvani var hjá Jóannes á Saltnesi (norður úr Vági), faðir tann navnframa Fríðrik Petersen, próvst. Hann hevur óivað havt góð evnir at læra, men omma skuldi hava sagt frá vermóður síni Biritu, at ”Jógvan fekst ikki til bókina, tá hann gekk í skúla, men eftir skúla-aldur fekst hann ikki frá henni”.

At Jógvan í Grótinum er komin tíðliga til mans sæst av frásøgnum í bókini, dótturin Frida Zachariassen gav út um hann í 1986, har sagt verður frá, at hann skal vera farin einsamallur av Skipanesi allan vegin til Vestmanna í grind einans 11-12 ára gamal. Ávegis aftur umvegis Havnina hevði hann verið til handils og keypt sær eina bók um alla verðina, ið kallaðist Atlas og sum ikki kostaði so lítið, men sum varð goldin við peningi, hann sjálvur hevði forvunnið sær við at skjútsa fólk yvir um fjørðin og av sildafiskiskapi inni á Skálafjørðinum.

Jógvan og Magdalena giftust í Klaksvíkar kirkju 05.05.1901 og tey búsettust í nýggju sethúsunum, sum Jógvan hevði bygt uppí smiðjuna í ár 1900 úti í Klaksvík. Staðarnavnið í Grótinum av Skipanesi festist til húsið og grannalagið hjá teimum.

Tey fingu saman tíggju børn í fylgjandi raðfylgu: Jóhan (1901), Sámal (1903), Gitta (1904), Betta (1906), Hannelena (1908), Poul Juul (1910), Frida (1912), Frimodt (1914), Kaja (1916) og Steingrim (1922).

Greinin um Jógvan í Grótinum kann lesast her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag
Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvør…
Stórt Tunnilsblað í gerð
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
Upptakt: AB-KÍ
Sandoy Hálvmaraton er so nógv meira enn…
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…