Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á fundi í Løkshøll í kvøld
Í pallborðinum sótu Magnus Dam, Eirikur Lindenskov og Jóhann Lützen. Solby A. Christiansdóttirv ar orðstýrari
Borgarstjórin í Runavíkar kommunu byrjaði fundin, sum vardi í hálvan triðja tíma, við hesum orðum:
Hvørji eru vit?
Hvør eri eg? Hvørji eru vit? Hvønn halda onnur okkum vera?
Táið gitna týska andsmennið Goethe, sum m.a. skrivaði Faust og Zur Farbenlehre, segði Jóhonnu Schopenhauer, at sonur hennara, eftir hansara varhuga, var settur í verðina til at fremja stórverk, svaraði hon hvatliga, at tað ongantíð áður var komið fyri oyruni á henni, at tað rúmaðist meiri enn eitt flogvit í einari og somu familju.
Arthur Schopenhauer var sonur Jóhonnu, hann livdi í 18. og 19. øld, og verður framvegis mettur millum teir stóru klassisku heimspekingarnar. Ein dagin gekk hann í urtagarði sínum og hugsaði innsnúgvin, burturi í øðrum heimi - hann var tá vorðin nakað eldri - nú rennur ein urtagarðsmaður seg brádliga i heimskenda filosoffin og spyr: “Hvør eru tygum?” Seigliga svaraði Schopenhauer: “Ja, hvør eri eg í grundini, høvdu tygum kunnað sagt mær tað, hevði eg verið tygum ómetaliga takksamur.”
Hetta minnir meg um tað, sum ein fiskimaður einaferð segði mær frá. Hann var trolmaður við nýggja og oljukynda Nólsoyar Pálli. Stutt eftir krígslok høvdu teir landað til fiskamarknaðin í Grimsby. Áðrenn teir fóru á fiskileið aftur, ætlaðu tveir teirra at gera eitt rend niðan í býin. Vásaklæddir og órakaðir vóru teir komnir oman í hálvan landgangin, táið fyrri bestimaðurin, Hans Fonsdal úr Vestmanna, rópti og bað teir um at koma umborð aftur. Ikki tí at hann ætlaði at forða teimum í at fara í land, men sum hann segði: ”Áðrenn tit fara av skipinum skulu tit snáka, raka og klæða tykkum í tað frægasta tit eiga, tit umboða ikki bert tykkum sjálvar, tit umboða eina heila tjóð, táið tit ferðast millum fremmand fólk. Øll hin føroyska tjóðin verður virðismett eftir tykkara atburði.”
Tí eru hesir spurningarnir altíð viðkomandi: Hvør eri eg? Hvørji eru vit? Hvønn halda onnur okkum vera?
Tjóðskaparligur samleiki er eitt gyrðið hugtak. Hann er ikki vøgubundin men livandi, og verður tí støðugt ávirkaður av okkum sjálvum og øðrum.
Vit halda ofta, at arbeiðsmegi og kapitalur, prísir og profittur og peningur og vørur - í samrakstrarmátti - eru øll megin, sum myndar okkum í gerandisdegnum. Lættari er at fyrihalda seg til tað ítøkiliga – tað materiella. Um mál og mentan kundu materialiserast niður í eina pizza, sum kann etast og geva mettuna eina løtu, so skiltu vit hana helst betur enn óevnisbundnu veruleikarnar: Mál og mentan.
Vit, sum nú eru uppi á døgum, hava nógv at takka slóðarunum fyri, sum góvu okkum móðurmálið aftur. Virkaðu við málinum, granskaðu, yrktu og skrivaðu. Stimbrað í tjóðskaparligari undangongu fingu hesi tjóðina niðan á aldukambin aftur. Alt er goymt í skjølum, týðingum, á goymslum og í upptøkum. Kortini brýtur hvør dagur av øðrum, og júst í tí veruleikanum liggur okkara lutur. Samfelt eiga vit støðugt ábyrgdina av at røkja og menna móðurmálið, sjálva grundina undir føroyska samfelagnum. Tað eydnaðist okkum, í mun til so mong onnur, at avkolonialisera málinum viðvíkjandi. Vit eru málið – og málið eru vit.
Ymiskar hugsanir hava verið um hetta, og serliga tey stóru málini hava havt sínar serligu orsøkir til at víðka um sítt ræði í heiminum, oftast íkomið av júst politiskari kolonialisering. Soleiðis hvarv ein ørgrynna av málum, ja, gera tað enn. Ymiskt er hvussu fram er farið. Oftast snýr tað seg um brutala kolonialisering, meðan eitt nú fraklendingar, sum eisini vóru stinnir í at krøkja hjálond at sær, fóru undir tað, ið teir róptu La Mission Laïque Française. Stovnaðu skúlar kring um í heiminum, eisini har ið teir onki vald høvdu, ikki fyri at dominera ella assimilera, ikki fyri at køva staðbundnu málini, men fyri at breiða út eina serliga siðmenning, at hækka støði, serliga eftir upplýsingartíðina og fronsku kollveltingina. Ymiskar kunnu orsøkirnar vera.
Í nøkur ár hevur Runavíkar kommuna skipað fyri orðaskiftum um móðurmál okkara. Ikki tí at vit halda, at hóttafall er á málinum, men bert fyri at steðga á eina løtu og seta gradustokkin inn í kropp máðurmálsins. Vit vita, at ansa vit ikki eftir málinum stútt og støðugt, so kann tað við tíðini foykjast út á øskudungan, sum so mong onnur mál, ið so fá varðaðu av.
Ivaleyst heldur onkur, at hetta ikki er ein kommunal uppgáva, hesar eiga burturav at fáast við materiellar lutir – vegir, bryggjur, skúlar, dagstovnar, drekkivatn, ítróttarfasilitetir o.s.fr. Fái ikki verið ósamdari, serliga nú, táið kommunurnar eru vorðnar so trivaligar í stødd í mun til samfelag okkara. Tær eiga eisini at krøkja seg upp í tann herin av áhugaðum, sum hvønn dag stríðast fyri tjóðarvirðunum. Málinum og mentanini. Tað gera tær nú eisini - í alt størri mun, og ein varhugi sigur mær, at hendan broytingin í huga og kveiking sæst aftur á fleiri mótum. Við tíðini hevur hetta flutt seg frá einari uppgávu til at gerast ein skylda.
Tilvitað hava vit lagt hetta orðaskiftið inn í skránna fyri mentanarvikuna, sum nú verður hildin á hvørjum vári. Hendan vikan er við tíðini víðkað til at gerast ein strongur, sum breiðir seg um 15 bygdir við hvør sínari mentan og huglagi og ikki minst við hvør sínari dialekt. Við væl av átøkum úr bygd í bygd gerst hetta ein samrakstrarmáttur í immateriellum lutum, samstundis sum hendan vikan eisini er ein sýnisgluggi, ein spegil, har ið onnur og vit sjálvi, skoðandi, kunnu fáa okkurt burturúr.
Í ár hava vit sett fjølmiðlamál á skrá undir heitinum: ”Fjølmiðlamál og mál hjá fjølmiðlum.” Fjølmiðlar av alskyns slagi ávirka okkum, eisini málsliga, so leingi eygu og oyru eru opin. Tí var hetta ein røtt raðfesting. Í dag snýr tað seg um málsliga partin, og tað er ongin loyna, at alt síðan fyrstu bløðini sóu dagsins ljós í 19. øld, hava miðlarnir ávirkað og broytt okkara málsliga førleika meiri enn nakað annað høpi - somikið størri er ábyrgdin. Ivaleyst hanga nógvir aðrir spurningar uppi í hesum, m.a. treytirnar í fígging og politiskum hugburði, men spurningurin er bara, hvussu vit fáa flutt okkum higani og inn í framtíðina soleiðis, at móðurmálsliga húsið verður standandi á tryggari grund. Málið er okkara dýrasta ogn, tí eiga vit øll ábyrgdina, meðan fjølmiðlarnir hava eina serliga ábyrgd sum framherjar, eisini á hesum mótinum.
Aftur til spurningarnar: Hvør eri eg? Hvørji eru vit? Hvønn halda onnur okkum vera?
Fyri fáum árum síðan ferðaðist eg kring um í Føroyum saman við einum breta, ið var serliga áhugaður í norrønu málunum, serstakliga málsligu slekt okkara í Hjaltlandi, á Mon, í pørtum av Írlandi, á Katanesi, Suðurlandi og í øðrum pørtum av Norðurskotlandi – mest fyri vestan, sum foyktust burtur í søguliga meldrinum, trokað burtur av øðrum og magnfylri málsligum vøddum. Abbi hansara var Winston Churchill.
M.a. vitjaðu vit Sprotan í Vestmanna, og eftir vitjanina ein góðveðurs sunnumorgun hendi hetta:
Vit báðir Rupert Christopher Soames standa nú aftur við slokuna í Mikkatrøð. Sunnumorgunin hin 2. juli. Í 2023. Jonhard fer frá portrinum, og vit leita okkum innar í akfar mítt. Kveiki megi í máttin, og nú vendir hann sær ímóti mær við spurnum eygum, hesin abbasonur Winston Churchills í móðurlegg, og sigur tey ógloymandi orðini: “Hetta er unikt – totalt unikt. Hvussu í allari víðu verð kann hetta bera til, at ein maður situr uppi í fjøllunum í Føroyum, og spýtir eina bók fyri og aðra eftir út á ein marknað, har ið tað bert eru hálvthundrað túsund sálir sum skilja málið, umframt allar orðabøkurnar?”
Hóttafall er ikki á málinum og mentanini, men harfyri ræður tað um at vera á varðhaldi frá tíma til tíma. Øll kunnu fyrihalda seg til eina materiella pizza, sum kroppurin brýtur niður eftir skammari stund, men meiri avbjóðandi er tað at fyrihalda seg til immateriella málið og mentanina, sum foykist burtur, um vit, og bara vit, ikki átaka okkum fulla og treytaleysa ábyrgd higani inn í ævinleikan.