Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj bók: Tá leiðarar hugsa ov nógv

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.04.2026 - 15:14 Tíðindi

Kristian Eli Andersen, sálarfrøðingur, gevur út bókina “Når ledere tænker for meget” á Gads Forlag.

 

 

 

Bókin tekur støði í einum trupulleika, sum fleiri leiðarar helst kenna aftur úr arbeiðslívinum: at ov nógv hugsan ofta ger tað truplari at taka greiðar avgerðir.

- Nógvir leiðarar royna at hugsa seg fram til rætta svarið, men í veruleikanum førir tað ofta til ógreiða leiðslu, sigur Kristian Eli Andersen.

Í eini tíð, har broytingar henda skjótt, og krøvini til leiðarar eru stór, er avbjóðingin at taka avgerðir og seta kósina - eisini tá alt ikki er greitt frammanundan.

Tilgongdin tekur støði metakognitivari terapi, kognitivari atferðarterapi og tí motiverandi samrøðuni – og verður gjørd heilt ítøkilig í mun til leiðslu.

Bókin leggur fram einfaldar og praktiskar leistir, sum kunnu nýtast í gerandisdegnum.

- Tú kanst ikki stýra úrslitinum av tínari leiðslu. Men tú kanst stýra, hvussu tú útinnir hana, sigur høvundurin.

Við dømum úr gerandisdegnum vísir bókin, hvussu smáar broytingar í atburði og hugsanarhátti kunnu gera stóran mun - bæði fyri leiðaran sjálvan og fyri felagsskapin. Samstundis vísir hon, hvussu leiðarin kann brúka ta motiverandi samrøðuna til at skapa góðar samrøður, handfara mótstøðu og styrkja motivatión hjá starvsfólkum.

“Når ledere tænker for meget” vendir sær til leiðarar, starvsfólk og øll, sum arbeiða við avgerðum og ábyrgd.

Bókin kemur út 23. apríl 2026 á Gads Forlag. Móttøka verður í tí sambandi 23. apríl kl 19.00 á Rødder og Vin í Keypmannahavn og 28. apríl kl 19.00 á Paname í Havn.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
SjóGló vann danmarksmeistaraheitið í íve…
Nýggj bók: Tá leiðarar hugsa ov nógv
ELM Capital ApS kunnger fyrsta exit: Gal…
Í gjár valdi Løgtingið nýggjar løgtingsg…
Føroyar til hægstbjóðandi
Ungfólk hugnaði sær í Svínoy
Almenn móttøka hjá Lunnar fríggja­dagin k…
KBH skal umvæla kommunuskriv­stovuna
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi