Lýsing
Lýsing
Í gjár valdi Løgtingið nýggjar løgtingsgrannskoðarar
Tá ið nýtt Løgting er valt, velur Løgtingið fýra løgtingsgrannskoðarar eftir lutfalsvali.
Løgtingsgrannskoðararnir, sum vóru valdir í gjár, eru:
- Fróði Magnussen fyri Fólkaflokkin
- Erhard Joensen fyri Sambandsflokkin
- Jóhannis Joensen fyri Javnaðarflokkin
- Bjørg Brynhildardóttir Egholm fyri Tjóðveldi
Uppgávan hjá løgtingsgrannskoðarunum er m.a. at leggja landsroknskapin fyri Løgtingið, saman við sínum viðmerkingum. Løgtingsgrannskoðararnir kunnu eisini áleggja Landsgrannskoðanini at gera frágreiðingar um viðurskifti, ið tey vilja hava lýst.
Nýggjur formaður er Fróði Magnussen og næstformaður er Erhard Joensen.
Seinastu tíðindini