Lýsing
Lýsing
Lýsing

Almenn móttøka hjá Lunnar fríggjadagin kl. 14.00

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.04.2026 - 13:12 Tíðindi Vinna

Fríggjadagin, 24. apríl, kl. 14.00 skipar Lunnar fyri almennari móttøku á Heiðavegi 27 í Saltangará.

 

 

Móttøkan verður hildin í sambandi við, at Lunnar hevur fingið nýggj hølir og hevur framt stjóraskifti. Harumframt kunnu vit í ár hátíðarhalda, at 11 ár eru liðin, síðan felagið varð stovnað. Við móttøkuni ynskir Lunnar at markera hesa nýggju byrjan saman við kundum, veitarum, samstarvsfeløgum, familju, vinum og øðrum áhugaðum.

Á skránni verður ábit, okkurt at leska sær við og tónleikaframførsla. Tóri Højgaard, varaborgarstjóri og stjóri á Dátueftirlitinum, sigur nøkur orð.

Høvið verður eisini at síggja hølini og umstøðurnar, og at hitta starvsfólkini hjá Lunnar.

Móttøkan er almenn, og øll eru hjartaliga vælkomin at hyggja inn á gólvið fríggjadagin kl. 14.00.

Lunnar byrjaði fyri 10 árum síðani við trimum starvsfólkum. Fyrstu árini húsaðist felagið í ov lítlum og ótíðarhóskandi hølum, og sum virksemið vaks, varð neyðugt at húsast í tveimum ymiskum kontórum. Í dag eru vit 11 starvsfólk og eru nú komin upp á pláss í nýggjum hølum, sum eru gjørd til okkum og okkara endamál. Í nýggju hølunum er pláss at vaksa, og vit vænta at húsast her í nógv ár.

Lunnar arbeiðir við talgildum loysnum. Felagið hevur ment fleiri hundrað heimasíður og mennir harumframt appir og skipanir, har brúkarin og brúkbærið eru snúningspunktið. Endamálið er at menna loysnir, sum eru lættar at brúka og skapa virði fyri kundan.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
ELM Capital ApS kunnger fyrsta exit: Gal…
Í gjár valdi Løgtingið nýggjar løgtingsg…
Føroyar til hægstbjóðandi
Ungfólk hugnaði sær í Svínoy
Almenn móttøka hjá Lunnar fríggja­dagin k…
KBH skal umvæla kommunuskriv­stovuna
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…