Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Aktuelli rapparin hevur stóra konsert á Summar Festivalinum í august
Hann er ein av stóru profilunum á føroyska tónleikapallinum. Rapparin Marius DC hevur umvegis tríggjar útgávur og nógvar konsertir heima og burturi staðfest seg sum kreativan sangskrivara og framúr framførara.
Seks ár eru liðin, síðani Marius DC var kosin besta nýggja navn á FMA tiltakinum, og síðani hevur hann støðugt verið í eldinum.
Umframt at geva nógv stakløg út, hevur hann útgivið tríggjar plátur, og í næstum kemur tann fjórða. Marius DC gevur í mai út EP-útgávuna The MZA EP Vol II, og hann verður tí plátuaktuellur, tá ið hann framførir á Summar Festivalinum.
Ikki minst hevur Marius havt nógv spennandi samstørv við aðrar føroyskar tónleikarar og sangarar, og onkur av hesum verður eisini við á Summar Festivalinum í ár.
Marius DC byrjaði sum 14 ára gamal og er nú 22 ára gamal. Marius DC rappar um eksistentialismu, hjartasorg og klassiskt hiphop reyp, alt lýst úr sjónarhorninum hjá einum ungum manni, ið veksur upp í Føroyum.
Seinastu fýra árini hevur Marius DC arbeitt á móðurmálinum, men á nýggju EP'ini fer hann aftur til enskt mál.
Komandi útgávan, The MZA EP Vol II, setur Marius DC aftur á altjóða kortið. Og hetta sæst eisini aftur í útlendsku bókingunum. Í vár spælir hann bæði á Spotfestivalinum í Århus, á The Great Escape í Brighton og á eini FMX sýnisglugga konsert í London.
Nýggja útgávan vísir hansara menning bæði sum listafólk og framleiðara: ein norðurlendsk rødd við altjóða ljóði.
Marius DC hevur á konsertum bæði heima og úti víst seg sum ein av teimum hvassastu live-bólkunum í Norðuratlantshavi, so tit kunnu gleða tykkum til framførsluna á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.