Lýsing
Lýsing
Lýsing

SjóGló vann danmarksmeistaraheitið í íverksetan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.04.2026 - 15:15 Tíðindi Vinna

SjóGló úr Eysturskúlanum í Havn hevur í dag vunnið DM í íverksetan í Kolding og er harvið vorðið danmarksmeistari í íverksetan fyri fólkaskúlanæmingar úr 8.–10. flokki

 

Kappingin savnar næmingar úr Danmark, Grønlandi og Føroyum og leggur dent á nýhugsan, burðardygd og altjóða sjónarmið.

Luttakararnir skulu eisini vísa, hvussu verkætlanirnar samsvara við heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning.

SjóGló hevði frammanundan gjørt vart við seg við at vinna SkúlaFM 2026, sum Íverksetarahúsið skipar fyri í samstarvi við Mentamálaráðið.

Vinnandi verkætlanin byggir á at framleiða vitaminir úr fiskaskræðu og harvið gagnnýta føroyska rávøru til eina nýggja, virðismikla og burðardygga vøru.

Sum grundgeving legði danska dómsnevndin millum annað dent á, at produktið hjá SjóGló er sera tíðarhóskandi, væl ment og roynt.

Eisini søgdu dómararnir, at tær vóru sera djarvar at kasta seg út í eina so stóra verkætlan, uttan nakrar royndir frammaundan.

Bólkurin er mannaður av næmingum úr 9. flokki í Eysturskúlanum: Nikolina Flora Højgaard Kristjansdóttir, Bjørk Dánjalsdóttir Absalonsen, Elin Joensen og Heiðrun Torbjørnsdóttir Lisberg.

Lærarar eru Asta Eystursdal Nielsen og Johann J. Petersen.

Sigurin vísir høga støðið á føroyskum íverksetaranæmingum og undirstrikar, at føroyskar loysnir kunnu gera mun – eisini altjóða.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
SjóGló vann danmarksmeistaraheitið í íve…
Nýggj bók: Tá leiðarar hugsa ov nógv
ELM Capital ApS kunnger fyrsta exit: Gal…
Í gjár valdi Løgtingið nýggjar løgtingsg…
Føroyar til hægstbjóðandi
Ungfólk hugnaði sær í Svínoy
Almenn móttøka hjá Lunnar fríggja­dagin k…
KBH skal umvæla kommunuskriv­stovuna
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi