Lýsing
Lýsing
Vælkomin til forvitnisligt franskt kvøld í Betesda!
Mikukvøldið fær Betesda vitjan av Jóhannes Alfred og Cecile Mortensen, sum virka fyri HARRAN í Fraklandi. Hetta verður eitt “franskt kvøld”, sum byrjar við einum drekkamunni kl. 19:30.
Um tú hevur hug at fáa ein smakk av Fraklandi og at heilsa uppá Jóhannes Alfred og Cecile, so er eitt høvi til tað mikukvøldið.
Byrjað verður kl. 19:30 við einum drekkamunni, og síðan byrjar løtan í salinum kl. 20.
Hetta verður ein øðrvísi, løtt og upplýsandi løta, har tey fara at greiða frá, onkur kviss verður kanska, og vit sleppa eisini at fáa franska framførslu og ein smakk av Fraklandi.
Hjartaliga vælkomin
Seinastu tíðindini