Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kundi sæð út, sum Summarfestivalurin er farin at rigga til, men so er ikki! | Mynd: Dávur Winther

Kirkjan fyri størri umvæling

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  22.04.2026 - 11:50 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Sum kunnugt skal alt takið á Christianskirkjuni skiftast – 70 plattar av nýggjum skifer, skulu leggjast á tekjuna.

Hetta er stórarbeiði, tí hvør lítil steinur skal takast varðisliga av, eftir ávísum leisti.

Av tí vektin er so nógv, verður ein partur av niðaru síðu og so av ovari síðu tikin niður uppá skift. Tað verður arbeitt í modulum ella sektiónum, sum eru millum berandi høvuðskonstruktíonirnar í tekini – ein í senn.

Tá ið takið tikið av, verður á sperruna fest ein hjálpisperra, sum er meir enn 20 cm og so bjálving løgd í her. Síðani verður undirtak lagt við dúki á, og omaná tað verða teir nýggju skifersteinarnir lagdir.

Bara at fáa stillasuna upp at standa, er stórarbeiði. Nú verður so ein “takkonstruktión” løgd omaná verandi kirkjutak sum partur av stillasuni.

Stillasukonstuktiónin verður um 2 m omanfyri mønuna á kirkjuni. Báðumegin mønuna verður ein leypikattur, so til ber at lyfta og flyta byggitilfar av takinum og á aftur.

Síðani skal dúkur festast á alla stillasuna – um alla kirkjuna. So er at fara til verka, og tað skal helst ganga skjótt, so ikki verður komið ov langt inn í veturin og stormarnar, áðrenn liðugt verður.

Eftir bókini, skal verkætlanin, sum kostar góðar kr. 20 mill standa liðug 26. oktober 2026, men ongantíð betur, um tað varð áðrenn tað.

Tað er ArtiCon, sum stendur fyri arbeiðnum.

Henda vakra og rúmliga kirkjan frá 1963, ið Fríðrikur kongur 9. vígdi, stendur nú fyri eini spennandi og serstakari umvæling, sum ikki er so vanlig í Føroyum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…