Team Klaksvík millum tey bestu í barnahondbólti
Hondbóltskappingarnar hjá teimum yngru endaðu hetta vikuskiftið og Team Klaksvík stóð seg væl í barnahondbólti.
Í 2024 var Team Klaksvík nummar tvey samanlagt í úrslitum frá U12 og niðureftir. Í 2025 var Team Klaksvík nummar trý samanlagt fyri alla unngdómsdeildina (frá U18 og niður).
Í 2026 hevði Team Klaksvík lið í øllum deildum. Felagið hevði lið í øllum a-bólkum uttan í U9, har liðið harafturímóti vann b-bólkin.
Tað var serliga hjá U12 og U10, at Team Klaksvík stóð seg væl. Har endaði Team Klaksvík í báðum førum nummar tvey og var í miðal samanlagt best, um vit telja øll feløg við fyri hesar báðar deildir.
Taka vit hinar fýra deildirnar (U18, U16, U14 og U8), so haltaði Team Klaksvík aftanfyri H71, Kyndil og Neistan, men var betri enn hini feløgini.
Hjá Stjørnuni var eitt lið, sum gjørdi um seg í toppinum. Tað var í yngstu deildini U9, har Stjørnan endaði nummar tvey.
Her skal undirstrikast, at talan er um úrslit. Í ungdómsítrótti er vanligt, at menning kemur framum úrslit og í summum førum kann tað snýta, at bara hyggja eftir úrslitum, um ein t.d. skal hyggja eftir, hvar framtíðarleikarar koma frá. Niðanfyri eru úrslitini frá ungdómshondbólti, sum eru tikin frá hsf.fo.
