Bjargingarbátur rekur til Føroya
Í 1904 rak ein bjargingarbátur til Føroya. Hann varð tikin upp á sandin í Vágsbotni í Havn og síðani drigin niðan á Bryggjubakka undir kirkjuna. Har varð hann seldur á uppboði, og Petur í Mattalág (Petur Christian Johannesen) átti hægsta boð.
Hetta var bjargingarbátur av danska amerikaskipinum, Norge, ið fórst við Rockall 28. juni 1904. Átta bjargingarbátar vóru, og ein teirra endaði, sum nevnt, í Føroyum. Mynd: Library of Congress.
Petur í Mattalág umbygdi bátin eitt sindur og bað Sørin í Kunoy, ið júst var afturkomin úr Danmark, har hann hevði lært um motorar, seta ein fýra hesta dan-motor í hann.
Við hesum 2,91 tons báti, Ragnhild, sigldi Petur í Mattalág við posti til Nólsoyar, Skopunar og út í Hest. Johannes í Mattalág, sonur Petur, hevur greitt frá, at motorurin riggaði avbera væl alla tíðina, Ragnhild sigldi.
Vanlukkan við Rockall
Hetta er størsta vanlukka í danskari skipasøgu. Av teimum 765 fólkunum, ið vóru við útflytaraskipinum til New York, spurdust einans 155 aftur.
Norska skonnartin, Olga Poulina, kom fram á nevnda bjargingarbát 60 fjórðingar í landsynning úr Føroyum. Hon var á veg til Íslands úr Skotlandi við koli. Tey skipbrotnu, 18 menn og smágentan Martha Eid, vórðu bjargað, og kós sett móti Føroyum. Tey høvdu tá verið átta dagar í bátinum og vóru illa á holdum komin.
Dagin eftir, 6. juli, kastaði skonnartin akker á Havnarvág, og skipbrotnu fólkini vórðu flutt í land. Fleiri teirra máttu undir læknahond.
Tjaldur hjá DFDS, sum var ávegis til Keypmannahavnar og lá í Leith í Skotlandi, fekk boð um at venda aftur eftir bjargaðu fólkunum.
Í bókini: ”Rockall – søgan um Rokkin,” sigur Niels Juel Arge, rithøvundur, væl frá vanlukkuni. Um útflytaraskipið sigur hann eitt nú soleiðis:
”Norge var bygt í 1881 av bretskari skipasmiðju fyri eitt belgiskt skipafelag, men seinast í 80-unum kom skipið undir danska flaggið, og í 1898 yvirtók DFDS við síni Skandinavien – Amerika Linien skipið.
Norge var 3358 brutto tons og 2444 tons netto, hevði 1400 HK dampmaskinu, men var eisini, sum ofta tá í tíðini, riggað sum seglskip. Skipið hoyrdi ikki til tey nýggju og prangandi skipini, ið pløgdu Atlantshavið við nógvari ferð. Tað hevði trý dekk, og ferðin henda morgunin, vanlukkan hendi, var einans 10,5 míl. Skonnartseglið, stórseglið og eitt staksegl vóru uppi.”