Javnaðarflokkurin tapti Havnina
Listi C gekk meira enn ein triðing aftur í miðstaðarøkinum og hevur í løtuni bert 2 tingfólk av 6 í Suðurstreymoy afturímóti 5 av 9 seinasta valskeið.
Um vit taka valstøðini Argir, Tórshavn og Hoyvík, so fekk Javnaðarflokkurin 4.056 atkvøður har í 2022. Í ár var atkvøðutalið 2.677. Afturgongdin var 1.379 atkvøður ella ein triðingur av atkvøðunum. Í Hoyvík fingu bæði Fólkaflokkurin og Tjóðveldi fleiri atkvøður, í Tórshavn bara Tjóðveldi, meðan á Argjum gjørdist hann nr. 4 aftanfyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi.
Her er púra vent í holuni, tí í 2022 var Javnaðarflokkurin nógv størstur bæði í Tórshavn og á Argjum. Hoyvík var ikki sjálvstøðugt valstað tá.
Hyggja vit at persónligum atkvøðum, so fór Djóni Nolsøe Joensen úr Hoyvík úr 495 atkvøðum niður í 203, Kristianna Winther Poulsen úr Tórshavn fór frá at vera 2. varafólk til at verða 4. varafólk (og sleppur tí ikki á ting sum fast varafólk), og Hans Jacob Thomsen úr Tórshavn fór frá at vera 3. varafólk til at vera 6. varafólk (og sleppur tí heldur ikki á ting).
Frá at hava havt 5 tingfólk búsitandi í Suðurstreymoy seinasta skeið (tá eru varafólk ikki við), hevur Javnaðarflokkurin í dag bara 2 tingfólk úr Suðurstreymoy; tey eftirverandi eru Aksel V. Johannesen og Margit Stórá. Tvey eru úr Suðuroy; Bjarni Hammer og Súsanna Bertholdsen, ein úr Norðstreymoy (Ben Arabo) og ein úr Vágum (Jóhannis Joensen).
Skal gravast í orsøkum og metingar gerast av teimum, so kunnu dragast fram tvær, ið eru sannlíkar:
Onnur er rumblið til kommunuvalið í 2024, tá ið Javnaðarflokkurin fór í tvíningar. Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen rýmdu úr Javnaðarflokkinum og stillaðu upp á Kommunulistanum í staðin.
Ein onnur er, at málið um hægri pensjónsaldur stygdi verkafjøldina burtur frá Javnaðarflokkinum, ið tey høvdu væntað skuldi verja tey gomlu ímóti júst tílíkum uppskotum. Havnar Arbeiðarafelag við formanninum Hera Reynheim á odda var ein teirra, ið var mest mælskur at tala at, og hann legði ikki fingrarnar ímillum á 1.-mai-dags haldi í Havn.
Javnaðarflokkurin má veruliga til at sjálvrannsaka, skal hann aftur gerast stórur í miðstaðarøkinum.