Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hesa árstíðina migrera nógvir fuglar norðureftir. Nógvir svanar leggja leiðina framvið her hjá okkum. Teimum dámar væl at hvíla seg, har sum stórir hyljar eru – sum hesir í Spónhylunum á Viðareiði í gjár. | Mynd: Gunrið Kallsberg

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  27.03.2026 - 16:22 Tíðindi Veðrið

Veðrið í vikuskiftinum fer at vera myndað av teimum lágtrýstum, sum ganga eystureftir beint norðan fyri okkum. Tað fyrra var á middegi statt miðskeiðis millum Føroyar og Ísland. Tí er útsynningur og ælaveður í dag.

Í nátt er tað farið eysturum, og so fara vit at fáa kaldari luft av útnyrðingi. Áðrenn tað næsta kemur, fer ein hátrýstryggur við lítlum vindi at leggja seg yvir okkara leiðir eina løtu, áðrenn alt endurtekur seg leygarkvøldið við útsynningi ella suðurætt og ælaveðri.  

Tað er frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi í dag, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, stundum grov æl, í støðum vátakavi ella heglingur. Í kvøld veksur hann upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Út á kvøldið gongur vindurin upp í vestan, og vindurin minkar niður í frískan vind ella strúk, 8 til 13 m/s. Hann fer at liggja vestaneftir í nátt, meira vindur sunnanfyri enn norðanfyri – 5 til 10 m/s, norðanfyri; 10 til 15 m/s sunnanfyri. Framvegis skiftandi skýloft og ælaveður, møguliga við vátakava. Hitin 2 til 6 stig, í hæddunum niður móti frostmarkinum.

Fyrrapartin í morgin er frískur vindur upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, men sum frá líður veksur hann upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum vátakavi.

Seint seinnapartin minkar hann niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Út á kvøldið gongur hann niður í útsynning, tað verður hálvskýggjað og bert okkurt ælið. Um náttina frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 20 m/s, ádrigið og fram ímóti morgni fer at regna. Hitin 2 til 6 stig, um náttina niður ímóti frostmarkinum.

Sunnudagin er frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn ella kavi. Um náttina veksur hann upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s, men enn samdrigið og regn ella kavi. Hitin 3 til 7 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð