Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólkafloksháborgin er á Viðareiði, Miðflokkaháborgin í Svínoy og Sjálvstýrisháborgin á Kirkju

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  28.03.2026 - 12:01 Politikkur Tíðindi

Vit hava hugt eftir, á hvørjum valstøðum flokkarnir stóu seg best til løgtingsvalið 2026.

Hyggja vit eftir teimum 57 valstøðunum, so var áhugavert at síggja, hvar flokkarnir stóu seg best. Á nógv størsta valstaðnum, sum er í Tórshavn, er upplagt at flokkarnir fáa flestar atkvøður, og tað var tað eisini hjá Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkinum. Men hjá Fólkaflokkinum og Sjálvstýri komu flestar atkvøður í Klaksvík.

Hyggja vit so eftir, á hvørjum valstaði flokkarnir stóu seg lutfalsliga best, so spælir søgan nógv inn hjá nógvum flokkum. Har sum flokkarnir søguliga sæð langt aftur í tíðina hava staðið seg best er støðan ofta tann sama val eftir, hóst tað í prosentum og atkvøðum skiftir nakað frá val til val. Tað nógv størsta lutfallið hjá nøkrum flokki hetta valið var á Viðareiði, har heili 72,6 % valdu Fólkaflokkin. Toppskjútti var Beinir Johannesen við 67 atkvøðum. Sambandsháborgin var ikki óvæntað á Toftum, har Atli F. Johansen var toppskjútti við 277 atkvøðum, meðan javnaðarháborgin ikki óvæntað var á Tvøroyri, har Bjarni Hammer var toppskjútti við 345 atkvøðum.

Sjálvstýrisháborgin var á Kirkjum, har 30,8 % valdu Sjálvstýri. Toppskjútti var Sylvia Thomsen við fýra atkvøðum. Hóast Sjálvstýri ikki hevur sitið á tingi, so hevur flokkurin varðveitt sína stóru undirtøku á valstaðnum á Kirkju. Á løgtingsvalinum í 1998 (60 %), 2002 (40,9 %), 2004 (40,9 %), 2008 (50 %), 2011 (44,4 %), 2015 (43,5 %) 2019 (27,3 %) og 2022 (28,6 %) var Sjálvstýri sum oftast størsti flokkur á Kirkju eins og flokkurin var hesaferð. Sjálsvtýri var eisini størsti flokkur á Kirkju í 1994, 1990, 1988, 1980, 1974, 1970, 1962, 1958, 1954, 1950, 1945, 1943, 1940, 1936, 1932. Í 1932 var Kirkja á fyrsta sinni eitt valstað fyri seg.

Tjóðveldisháborgin var á Velbastað, har Bjørg Brynhildardóttir Egholm var toppskjútti við 17 atkvøðum, meðan Framsóknarháborgin var í Nólsoy, har Karlot Hergeirsson var toppskjútti við 43 atkvøðum. Miðflokkaháborgin var í Svínoy, har Petur Asano var toppskjútti við seks atkvøðum. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at Miðflokkurin er størsti flokkur í Svínoy.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum
At binda eina kenslu