Høgni stórur FM favorittur
Nú byrjar árliga FM-einstaklingakappingin í talvi. Sandavágs Talvfelag hýsir kappingini á Giljanesi. Í alt 45 telvarar eru við í ár.
Telvað verður í fimm bólkum. Átta kappast um FM-heitið í Landsliðsbólkinum. Tað eru teir, sum hava hægstu styrkitølini í kappingini. Síðani eru aðrir átta í 1. bólki. Harnæst er fjúrtan telvarar í almennabólkinum. Í unglingabólkinum eru einans níggju telvarar. Tað eru færri enn vant. Haraftrat er ein veteranbólkur, í honum eru seks telvarar.
Leygardagin 28. mars klokkan 14.00 verða klokkurnar settar í gongd á Giljanesi. Og so er FM-kappingin í talvi fyri einstaklingar byrjað.
Annarhvør av telvarunum í Landsliðsbólkinum hava verið føroyameistarar. Teir eru Høgni Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol, Martin Poulsen og Hans Kristian Simonsen.
Hinir fýra í FM-bólkinum teljast millum okkara bestu og mest framfýsnu yngri telvarar.
Tað er ikki yvir at dylja, at Høgni Egilstoft Nielsen er favorittur. Kanska er hann stórfavorittur. Hann hevur lutfalsliga nógv hægri styrkital enn hinir, er altjóða meistari, er føroyameistari, og hevur havt sera góð úrslit í seinastuni.
Luitjen A. Apol er fremsti avbjóðarin. Fyrraárið eydnaðist honum at koppa Høgna, men annars hevur Høgni verið við yvirlutan.
Martin Poulsen plagdi at vera roknaður millum teir, sum kundu gera seg galdandi, men seinasta knappa árið hevur afturgongdin verið sjónlig.
Hans Kristian Simonsen hevur verið óstøðugur nú í fleiri ár. Hóast hann lítið og einki hevur telvað í liðkappingini í fleiri ár, er hann afturímóti fastur fúsur í FM-einstaklingakappingini um páskirnar.
FM Landsliðsbólkurin 2026
1. IM Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2401
2. Luitjen Akselsson Apol, HT 2299
3. Martin Poulsen, HT 2189
4. Hans Kristian Simonsen, KT 2110
5. Elias Petersen, HT 2096
6. Jón í Horni Nielsen, ST 2080
7. Petur G. Magnussen, HT 1984
8. Flóvin M. Tummasarson, HT 1904
Toppfundur í fyrsta umfari
Lutakastið hevur lagað tað soleiðis, at favorittarnir Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol møtast longu í fyrsta umfari. Høgni hevur hvíta fólkið.
Telvað verður soleiðis í fyrsta umfari:
Høgni Egilstoft Nielsen - Luitjen Akselsson Apol
Hans Kristian Simonsen - Martin Poulsen
Jón í Horni Nielsen - Flóvin M. Tummasarson
Petur G. Magnussen - Elias Petersen
Telvað verður í eina viku á Giljanesi. Eitt umfør verður hvønn av døgunum. FM-kappingin endar langa fríggjadag.
Á heimasíðu Talvsambandsins sæst ikki, um til ber at fara at síggja leikirnar so hvørt sum flutt verður.
Føroyameistarar seinastu fimtan árini
2011 Helgi Dam Ziska, HT
2012 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2013 Olaf Berg, HT
2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Helgi Dam Ziska, HT
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2021 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2022 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2023 Helgi Dam Ziska, HT
2024 Luitjen Akselsson Apol, HT
2025 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
Yvirlit yvir eldri úrslit fullført
Verkætlanin at leggja út eldri úrslit frá landskappingini í talvi á heimasíðu Talvsambandsins er í fyrsta umfari fullførd.
Úrslitini eftir aldaskiftið eru nú komin.
Talan er um úrslit í 1. deild øll árini frá tí at byrjað var fyrst í 70-árunum og til og við 2007. Árini frá 2008 og fram eftir eru fevnd av talgildaða tíðarskeiðnum. Serliga eru 70-árini tó ófullfíggjað.
Í hagtalsyvirlitinum á svarta breddanum í erva eru øll árini savnað.