Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hesir 5 norðoyingarnir vórðu valdir á Løgting í gjár. | Mynd: Sett saman av heimasíðunum hjá flokkunum

Fimm norðoyingar á ting

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.03.2026 - 11:42 Politikkur Tíðindi

Og tríggir-fýra afturat standa á trappuni, um teirra flokkur fer í Landsstýrið og fær føst varafólk.

Fólkaflokkurin fekk ikki færri enn 3 norðoyingar valdar á Løgting, og teir eru Beinir Johannesen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Árni Skaale. Sambandsflokkurin fekk onki norðoyaumboð, men har er Hermann Samuelsen 3. varalimur, og hann kann gerast 2. varalimur, um Anna Falkenberg halgar sær Fólkatingið burturav.

Í Sjálvstýri er Sámal Petur í Grund beinleiðis valdur inn, meðan Sylvia Thomsen úr Ánunum er 1. varafólk. Her verður talan so um eina 1:1-útskifting, um Sámal Petur fær landsstýrissess. Tjóðveldi hevur ongan norðoying í sjálvari tingmanningini, men júst sum til seinasta val er Eirikur í Jákupsstovu 1. varafólkið. Og í Miðflokkinum er Steffan Klein Poulsen úr Norðdepli beinleiðis valdur.

Sostatt eru 5 beinleiðis innvald tingfólk úr Norðoyggjum og 3 norðoyingar afturat eru potentiell varafólk. Umframt hetta er Eyðgunn Samuelsen, ið varð uppstillað av Norðoya Javnaðarfelagi, eisini í spæli sum varafólk.

Lýsing
Seinastu tíðindini
At binda eina kenslu
Veðrið um vikuskiftið
Kamping- og viðfestisvog­nar í Klaksvík s…
Betri Oyggja­leikir avdúka maskott
Ein hjartans tøkk
Fimm norð­oy­ingar á ting
Tomislav Sivic í Klaksvík
Det er os der står herude og banker på
Nýtt talent í KVF
Ársfrágreiðingin 2025: Góður rakstur í e…
Sigurshar­rin vitjar Norðlýsið
Jákup Magnussen innleiðir familjuferð ti…
Blaðstjó­rin kollgitti valið
Sjókæti A-OY er tilnevnd til Barna- og u…
Aðalfundur – Grunnurin, Mentanar­hús í Kl…
Helga Djurhuus í Gallarí Havnará
Beinir toppskorari í Klaksvík
Eru byrjaði at telja
Vallutøkan er 2,5 % hægri í Klaksvík
- Sovorðna intruduktión havi eg ikki fin…