Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Team Klaksvík

Team Klaksvík liggur á 3. plássi fyri úrslit í ungdómshondbólti á dreingjasíðuni

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  06.04.2025 - 20:44 Ítrottur Tíðindi

Team Klaksvík tykist hava fatur á nøkrum í ungdómshondbólti.

Team Klaksvík var í fjør nummar tvey fyri úrslit í ungdómshondbólti frá U12 og niður. Í ár ber til at taka alla ungdómsdeildina yvir eitt, tí Team Klaksvík hevur havt lið í øllum deildum uttan U18, har felagið valdi at taka liðið úr, tí hesir somu leikarar komu at spæla nógvar dystir í øðrum deildum. Bara H71 og Kyndil hava havt lið í øllum deildum, um vit ikki telja samanløgd feløg við, so á tí økinum liggur Team Klaksvík á 3. plássi.

Innan úrslit var H71 langt fremst, har tað bara var í U12, at H71 ikki vann FM. Kyndil var greitt á 2. plássi og so kemur Team Klaksvík, har tað bara var í U14, at Team Klaksvík ikki var í topp 5. Team Klaksvík var í A-bólkum í øllum deildum upp til og við U16.

Hjá Stjørnuni sær ikki eins gott út, men felagið hevur havt lið frá U14 og niður og í teimum báðum yngstu árgangunum endaði Stjørnan í topp 5. Stjørnan liggur samanlagt á áleið 6. plássi fyri úrslit í ungdómshondbólti á gentusíðuni, meðan fýra feløg hava lið í fleiri deildum enn Stjørnan.

Úrslit er tó ikki tað, sum feløg ofta leggja so stóra orku í í ungdómshondbólti, men ofta gevur tað eina ábending um, hvar góðir leikarar eru áveg.

Sí úrslit niðanfyri, sum eru tikin frá hsf.fo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ex-javnaðar(løg)maður ávarar Javnaðarflo…
Team Klaksvík millum tey bestu í barnaho…
KÍ var sannfør­andi móti NSÍ
Hesi bíða nú í spenningi
Myndarøð: KÍ kvinnur - NSÍ: 4-0
Veðrið í vikuni
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…