Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað er sera gott – Páll Klettskarð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.03.2026 - 14:00 Ítrottur

- Her í lokalsamfelagnum er nógv fokus á KÍ, og tað kann viðhvørt upplivast neiligt, men her skulu vit ikki gloyma, at tær til tíðir sterku meiningarnar um KÍ koma av, at fólk eru áhugað og eru góð við felagið. Fólk gera vart við sínar meiningar, tí tey ganga høgt uppí tað, og tað eri eg sum leikari sera glaður um. Tað øvugta hevði verið ógvuliga óinteressant, sigur Páll Klettskarð, sum í fleiri ár hevur skorað nógv mál fyri KÍ.

Leygardagin 28. Mars vann føroyska A-landsliðið ein venjingardyst ímóti San Marino, har okkara Páll Klettskarð er ein av álopsleikarunum, sum var við á ferðini.

Áðrenn Páll fór avstað, fekk Norðlýsið orðið á hann, har vit settu honum nakrar spurningar.

Manglaðu tann síðsta neyvleikan Nú fingu vit ikki tað úrslitið, sum vit vónaðu, ímóti EB/Streymi. Hvussu upplivdi tú tann dystin, og hvussu ávirkar tað títt mót um kappingina í ár?  - 

Eg upplivdi dystin uppá tann mátan, at vit royndu at trýsta teir, og vit høvdu bóltin rímiliga nógv. Vit mangla kanska tann síðsta neyvleikan í álopspartinum til at avgera dystin, og at spæla kjansirnar ordiliga stórar.

- Eg haldi tó ikki, at tað ávirkar okkara mót í kappingini. Kappingin er lang, og vit hava gott mót. Sjálvandi skulu vit nú innheinta nøkur stig til hini liðini, men tað hava vit gott mót uppá. Tað hugsa vit ikki so nógv um.

- Vit vóru øgiliga skuffaðir at fáa handan javnleikin, tí vit ætlaðu okkum sjálvsagt sigurin, men hatta úrslitið broytir tó ikki okkara mót og trúgv uppá at vinna og eitt gott kappingarár. -

-Vit ætla okkum at arbeiða miðvíst og hart, og vit trúgva fult og fast uppá at vit kunnu kappast í alt ár.

Skulu verða meir avgjørdir í álopinum Tit komu til rímiliga nógvar kjansir ímóti EB/Streymi. Serliga í fyrra hálvleiki, og teir síðstu minuttirnar av dystinum var nær við, men inn vildi bólturin ikki. Hvat kann forbetrast? Ella er tað bara at blíva við?

- Vit høvdu nakrar kjansir og komu til fleiri støður, men vit skulu vera betri, enn vit vóru í hesum dystinum, til at fáa spælt møguleikarnar uppaftur størri og vera avgjørdir í teimum dystaravgerandi støðunum. Tað vil siga at fáa bóltin innum, og skapa kjansirnar veruliga stórar.

- Ikki bara hava bóltin og flyta hann framman fyri feltið, men blíva ordiliga farligir.

Hesum haldi eg vit skulu arbeiða við. Lyklaorðið er hart arbeiði Nú er ein steðgur í landskappingini inntil 6. apríl, tá Víkingur kemur at vitja.

Væntar tú, at KÍ við tíðini fer at vera betur samanspælt í teimum komandi dystunum eftir landsliðssteðgin?

- Nú hava vit so ein møguleika at hyggja eftir teimum tingunum, sum vit gera væl, og byggja uppá tað, og samstundis eisini hyggja eftir teimum tingunum sum vit kanska gera minni væl, og sum vit skulu arbeiða uppá. Tað er bara at arbeiða hart og miðvíst og koyra á.

- Eingin skal ivast í, at ætlan okkara er at fáa eina góða gongd. Dreymurin er sjálvandi at kunna halda á við gongdini frá í fjør, har vit høvdu eitt fantastiskt kappingarár. Tað ætla vit okkum endurskapa uppá ein ellan annan máta.

 

Tú vart aftur úttikin á landsliðið til dystin ímóti San Marino og venjingarleguna har. Er tað nakað serligt at vera úttikin, og er tað kanska ein fyrimunur at líka gera okkurt annað, áðrenn man herjar á aftur í landskappingini?

- Tað gleði eg meg ótrúliga nógv til. Tað er altíð stórt at vera úttikin á landsliðið. Óansæð um tað so er ein venjingardystur, ella um tað er ein altjóða undankappingardystur, so er tað ótrúliga stórt og spennandi at vera partur av tí. So tað gleði eg meg øgiliga nógv til.

Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga Hvussu upplivir tú tað, at vit her í lokalsamfelagnum tosað nógv og hava sterkar meiningar um KÍ – kanska allarmest, tá KÍ ikki vinnur?

- Tað er rætt, at tað verður tosað øgiliga nógv um KÍ – eisini tá KÍ ikki vinnur. Tað veit man eftirhondini, nú man hevur spælt í KÍ í so nógv ár, og tað er nakað, ið man sum leikari í KÍ bara skal vera klárur yvir.

- Her í lokalsamfelagnum er nógv fokus á KÍ, og tað kann viðhvørt upplivast neiligt, men her skulu vit ikki gloyma, at tær til tíðir sterku meiningarnar um KÍ koma av, at fólk eru eldhugað og eru góð við felagið. Fólk gera vart við sínar meiningar, tí tey ganga høgt uppí tað, og tað eri eg sum leikari sera glaður um.

Tað øvugta hevði verið óinteressant. Ikki so týðandi, hvør skorar – bara vit vinna

Tú hevur verið stinnur sum fremsti maður hjá KÍ, har tú seinastu 5 árini í landskappingini hevur skorað yvir 19 mál í miðal. Hevur tú nakað persónligt mál fyri hetta kappingarárið?

- Eg havi ikki sett mær nakað ítøkiligt mál fyri, hvussu nógv mál eg ætli mær at skora í ár, men sum áleypari er tað altíð tað, ein hyggur fyrst eftir. Tað er sum oftast mál og assist, ið telja mest.

- Tann statistikkurin kann viðhvørt vera nokkso kaldur og kyniskur, serliga tá ein er offensivur spælari, um tað bara verður hugt eftir teimum og ikki eftir, hvussu man spælir annars. -

Men noy, eg hugsi ikki so nógv um, hvussu nógv mál eg skori persónliga. Tað er meira úrslitini inni á vøllinum sum telja. Tað er líkamikið um eg ella onkur annar skorar, men sjálvandi gevur tað altíð eitt boost at fáa mál. Eg hopi at fáa nøkur mál í ár, men tað sum er mest týdningarmikið at vit vinna og fáa eitt gott kappingarár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld