Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vit hava havt heilt fitt av avfalli seinastu vikurnar. Vit fara ikki at sleppa undan regni og vátakava hesa vikuna, men tað fer ikki at vera líka nógv sum í farnu viku. Nógvar løtur við ælaveðri, og so samregn nakrar tímar týs- og fríggjanáttina. Vikan byrjar við nógvum vindi, men so minkar hann fram ímóti vikuskiftinum. | Mynd: Finn Johannessen.

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  29.03.2026 - 18:42 Tíðindi Veðrið

Umleypandi veður hesa vikuna, men tað eru vit so von við. Tó ikki líka langt hvønn vegin sum í farnu viku. Ringasta veðrið fer at vera í byrjanini av vikuni, men so batnar spakuliga.

Mynstrið við einum lágtrýsti fyri og øðrum eftir, sum fara eystureftir beint norðanfyri, fer at broytast í vikuni. Tey fara ikki at ganga líka nær við okkum – undantikið tað sum er beint norðanfyri í kvøld og í nátt. Hátrýstryggirnir, sum stinga seg upp ímillum lágtrýstini, fara at vera eitt sindur drúgvari, enn vit hava verið von við seinastu vikurnar.

Hann fer fyri tað mesta at liggja av útnyrðingi niður í útsynning, men onkra løtu av landsynningi ella av ymsum ættum.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Heilt fitt av vindi fyrrapartin av útnyrðingi, 13 til 18 m/s, í støðum upp í 20 m/s. Tað er skrið og upp í móti stormi. Loftið skýggjað við sólglottum og ælaveðri, í støðum vátakavi. Seinnapartin minkar vindurin niður í 8 til 13 m/s, og um kvøldið gongur hann niður í vestan og minkar vindin niður í 5 til 10 m/s, meðan tað er samdrigið og okkurt ælið. Um náttina fer hann í útsynning. Hitin millum 3 og 8 stig.

Týsdagin:

Nakað av vindi fyrrapartin av útnyrðingi, men ikki líka nógv sum dagin fyri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Seinnapartin fer hann í vestan og minkar vindurin niður í 5 til 10 m/s, samdrigið loft og regn. Hitin millum 4 og 9 stig, men um náttina niður í frostmarkið.

Mikudagin:

Dagurin byrjar við minni vindi enn dagarnar áðrenn, vesturætt, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið. Um náttina minkar vindurin niður í 5 m/s ella minni, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 1 og 6 stig, um náttina 2 stig niður um frostmarkið.

Hósdagin:

Dagurin byrjar við einum lítlum loti av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, sum frá líður leggur hann seg í landsynning og veksur upp í 10 til 15 m/s. Um náttina gongur hann vesturum í útsynning og minkar vindin niður í 3 til 8 m/s, meðan tað er hálvskýggjað og yvirhøvur turt, tó sum frá líður ælaveður. Hitin millum 2 og 7 stig, um náttina niður í frostmarkið.

Fríggjadagin:

Dagurin í vikuni við minsta vindinum, 3 til 8 m/s av útsynningi, sum frá líður minkar niður um 5 m/s av ymsum ættum. Hálvskýggjað og ælaveður. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig, um náttina niður í 2 kuldastig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð