KÍ var sannførandi móti NSÍ
Við sera góðum spæli, vóru KÍ kvinnurnar munandi betri enn NSÍ í ársins næsta dysti. 4-0 gjørdist endaliga støðan, sum ikki var eitt mál ov lítið.
Tað var stórur munur á liðunum á Djúpumýru í dag. NSÍ hevur mist nakað av fólki frá seinasta kappingarárið, har tær annars góðu KÍ stóra mótstøðu í kappingini um føroyameistaraheitið.
Um vit á Norðlýsinum skulu gera eina metan av leikgongdini í dystinum, so hevði KÍ umleið 80% av spælinum. Til tíðir gekk spælið sera gott, við skjótum flytingum og góðum samanspæli.
NSÍ hevði sum útgangsstøði eina sera verjukenda tilgongd til dystin, og tí fekk KÍ eisini møguleikan at hava bóltin nógv, og í fyrra hálvleiki fekk KÍ nógvar málmøguleikar, tó at bólturin bert einaferð endaði í málinum aftanfyri Abigail T. Mensah, málverja. Fyrsta málið varð noterað sum sjálvmál, tá ið Dania Olsen, við høvdinum royndi at fáa bóltin burtur, men endaði við at seta bóltin í egið mál.
Í fyrra hálvleiki hevði KÍ nógvar góðar støður framanfyri málinum og heilt inni í 5 metrinum, uttan tó at bólturin vildi inn um mál linjuna.
Í seinna hálvleiki gjørdist munurin størri. Venjarin hjá KÍ gjørdi eina taktiska útskifting, tá ið hann skifti Mariu V. Johansen út fyri Tóru Mohr, og sostatt spældi KÍ við tveimum áleyparum stóra partin av seinna hálvleiki.
Í 65'inda minutti skoraði Malena Olsen eftir uppleggi frá Tórunn Joensen til 2-0. Flott uppspæl, sum endaði við at Malena setti hælin á bóltin og í málið.
Bert 4 minuttir aftaná var aftur mál. Hesaferð var tað eitt sera væl gjøgnumspælt álop, har tað enn einferð var Tórunn Joensen, sum átti uppleggi við einum góðum "cutback" til Sannu Svarvadal, ið smekkaði bóltin í málið til 3-0.
Eftir hetta gjørdi venjarin tríggjar útskiftingar, har fleiri yngri spælarar fingu møguleikan seinastu gott 10 minuttirnar.
Eitt mál kom afturat móti dystarenda, tá ið Sólja Ernstdóttir skoraði eftir at málverjin hevði hálvbjargað einum skotið frá Tóru Mohr.
4-0 gjørdist endaliga støðan.
Hagtølini fyri dystin tala fyri seg. KÍ hevði 1O royndir á mál og 13 royndir framvið málinum, meðan NSÍ onga málroynd varð noterað fyri.