Hvussu fáa vit tey ungu heimaftur til Føroyar?
Seinastu árini hava nógv ung valt at flyta av landinum fyri at lesa ella arbeiða, og nógv teirra koma ongantíð aftur. Hetta er ein álvarslig avbjóðing fyri føroyska samfelagið, tí tørvur er á bæði arbeiðsmegi og nýggjari vitan. Tí er umráðandi at seta inn við tiltøkum, sum gera tað meira attraktivt hjá teimum ungu at venda heimaftur og byggja sítt lív í Føroyum.
Fyrst og fremst er týdningarmikið at skapa góðar karmar fyri ung og barnafamiljur. Føroyar eru longu eitt gott samfelag at búgva í, men vit mugu gerast betri til at vísa hetta í verki. Serliga er bústaðarspurningurin avgerandi. Við at styrkja bústaðarmøguleikarnar og menna fleiri fjøltáttaðar, smærri og bíligari bústaðir, kann tað gerast lættari hjá ungum at koma inn á marknaðin. Her hevur privata byggivinnan ein lyklaleiklut, og við góðum samstarvi millum tað almenna og vinnuna ber til at finna haldgóðar loysnir.
Samstundis ber til at hugsa meira kreativt og byggja á føroyskar siðvenjur. Eitt áhugavert hugskot er at taka upp aftur gamla mynstrið, har fleiri ættarlið búgva undir sama takið. Um foreldur við stórum húsum fáa møguleika at umbyggja og býta húsini upp í fleiri eindir, so børnini kunnu flyta inn, kann hetta gerast ein bæði skjót og bílig loysn. Eitt konkret átak kundi verið, at tey fáa MVG afturgoldið fyri útreiðslur í samband við slíkar umbyggingar.
Ein slík skipan hevur fleiri fyrimunir. Í gerandisdegnum kunnu familjur deila ábyrgdina av viðlíkahaldi, ansa eftir hvørjum øðrum og býta útreiðslurnar. Tað gevur eisini betri møguleikar fyri felagsskapi, har ein kann eta saman og stuðla hvørjum øðrum í gerandisdegnum.
Á samfelagsstigið kann hetta hava jaligar avleiðingar. Tað kann lætta um trýstið á eldrarøktina, gera barnaansing lættari og styrkja samhaldið í samfelagnum. Samstundis fáa ung ein bíligari og skjótari veg inn á bústaðarmarknaðin, meðan familjan fær eitt sterkari og meira samhaldsfast heim.
Í stuttum snýr tað seg um at gera Føroyar til eitt stað, har tað er lætt og lokkandi at venda aftur til. Við at sameina nýhugsan og siðvenju kunnu vit skapa loysnir, sum bæði gagna teimum ungu og samfelagnum sum heild.
Vinjard Johansen
Miðflokkurin