Lýsing
Lýsing
Lýsing

1.000 føroyingar við demens – hvør er politiska ætlanin?

SKRIVAÐ: Alzheimerfelagið  |  19.03.2026 - 18:30 Tíðindaskriv

Áleið 1.000 føroyingar liva í dag við demenssjúku, og uml. 4.000 nærstandandi eru rakt av avleiðingunum. Hetta talið fer at vaksa komandi árini ájavnt við demografisku broytingarnar við nógv fleiri eldri fólkum í landinum, og samfelagið má fyrireika seg nú, um vit skulu megna avbjóðingina.

Alzheimerfelagið heitir tí á øll valevni til komandi løgtingsval um at greiða frá, hvat tey ætla at gera fyri at tryggja, at Føroyar gerast eitt demensrúmligt og inkluderandi land, har fólk við demens og teirra avvarðandi fáa rætt til tað hjálp, tey hava fyri neyðini.

Vit spyrja valevnini beinleiðis:

Hvussu ætla tit at tryggja ein yvirskipaðan demenspolitikk fyri alt landið?

Hvussu vilja tit arbeiða fyri, at tænastur og tilboð til fólk við demens og familjuna verða lógarásettar og ikki treytað av postnummari?

Hvussu vilja tit tryggja, at øll, sum fáa eina demensdiagnosu, fáa ein demenssamskipara atknýttan familjuni?

Hvussu vilja tit stimbra tilgongdina til útgreining, so fólk fáa hjálp í rættari tíð?

Hvussu vilja tit fremja eina hugburðabroyting og inkludering, so stigma og tabu verða burturbeind?

Hvussu vilja tit tryggja meira almenna upplýsing og vitan um demens í samfelagnum?

Hvussu vilja tit tryggja útbúgvin heilsustarvsfólk innan demensøkið?

Hvussu vilja tit raðfesta fyribyrgjandi átøk, sum kunnu minka um nýggjar tilburðir og tálma sjúkugongdini?

Vit vita, at røktarstarvsfólkini innan demensumsorganina í dag gera sítt allarbest, ofta undir truplum umstøðum. Men uttan greiðar politiskar ætlanir, lógarásett rættindi og raðfestingar er tað ikki møguligt at tryggja viðgerð, røkt og umsorgan, sum veruliga røkkur teimum, sum hava størstan tørv.

Ongan demenspolitikk

Demenssjúkur eru álvarsligar og varandi heilasjúkur, sum ávirka alt lívið hjá tí sjúka og hjá familjuni. Tær skulu virðast og takast í líka stórum álvara, sum aðrar álvarsligar sjúkur.

Kortini hava vit framvegis ongan yvirskipaðan demenspolitikk. Tað einasta, vit hava, er ein 11 ára gomul demensætlan frá 2015, og bert heilt fá av tilmælunum eru framd í verki. Eitt av høvuðstilráðingunum í ætlanini var at gera ein yvirskipaðan demenspolitikk fyri alt landið – men hetta er aldri framt í verki. Hetta hevur við sær, at demensøkið framvegis er ójavnt skipað kring landið.

Kanningar vísa, at tað gongur alt ov long tíð at fáa staðfest eina demensdiagnosu. Í dag er bíðitíðin til fyrstu viðtalu á Demensklinikkini 2,5 mðr. og til aðru viðtalu 5,5 mðr. tvs. at tað tekur minst 8 mðr. at fáa staðfest eina diagnosu og møgulig viðgerð kann setast inn. Fleiri uppliva eisini, at tað kann ganga upp í nógv ár, frá tí at ein fer til kommunulækna fyrstu ferð, til viðkomandi fær staðfest sjúkuna hjá serlækna. Hetta seinkar bæði medisinskari- og sosialfakligari viðgerð og vegleiðing  – og ger støðuna hjá familjuni nógv truplari.

Harumframt er tað neyðugt við nógv meira upplýsing og vitan um demens í samfelagnum. Ov nógv fólk kenna framvegis ikki sjúkuna, og hetta førir til misskiljingar, ótta og skeivar fatanir. Vit mugu burtur frá fordómum og mytum, sum skapa og viðlíkahalda stigma og tabu. Hetta førir lætt til isolering og eksklusjón, og ger tað enn torførari hjá fólki við demens at liva eitt virkið og virðiligt lív.

Vit mugu broyta hugburð og áskoðan – frá at goyma demens til at fevna um menniskju við demens, sum ein natúrligan part av okkara samfelag.

 

Grannalond skipað seg við demenspakka

Samstundis síggja vit, at londini kring okkum longu arbeiða við at styrkja rættindini hjá fólki við demens. Í Danmark er uppskot lagt fram um demenspakkar, sum skulu geva bæði tí sjúka og teimum avvarðandi lógarásett rættindi. Uppskotið fevnir m.a. um:

- rætt til ein fasta demenssamskipara,

- rætt til útgreining innan 90 dagar,

- rætt til eina samlaða viðgerðar- og rehabiliteringsætlan,

- rætt til fyribyrgjandi tilboð, og

- rætt til avlastandi og stuðlandi tilboð til avvarðandi.

Hesi stig vísa, at tað ber til at seta greið rættindi, sum tryggja bæði hjálp, samanhang og virðing. Tað er júst slík hugsan, vit eisini hava tørv á í Føroyum.

Hvør hjálpur teimum avvarðandi?
Avvarðandi hava eisini tørv á veruligum rættindum. Nógv avvarðandi mugu arbeiða niðursetta tíð ella taka farloyvi fyri at ansa sínum nærmasta við demenssjúku. Hetta førir ofta til stóran lønarmiss, sum ávirkar bæði fíggjarliga og sálarliga. Tí er tað neyðugt at tryggja við lóg, at avvarðandi, sum fara niður í arbeiðstíð ella farloyvi vegna demenssjúku hjá einum nærmasta, fáa endurgoldið lønarmiss. Hetta er ein grundleggjandi treyt fyri, at familjur ikki skulu hokna fíggjarliga eisini og bera byrðina einsamallar.

Fyribyrgjandi átøk eru neyðug
Sama við fyribyrging - vit mugu eisini hugsa langsiktað og fyribyrgjandi. Fyribyrgjandi átøk –– kunnu bæði minka um nýggjar tilburðir og seinka gongdini um sjúkan rakar.
Tað er tí týdningarmikið at hoyra, hvussu politikarar ætla at raðfesta fyribyrgjandi átøk, og hvussu teir vilja tryggja, at øll hava atgongd til slík tilboð, óansæð hvar í landinum ein býr.

Alzheimerfelagið vil tí heita á øll valevni um at seta demensøkið ovalaga á dagsskránna komandi valskeið. Hetta snýr seg um grundleggjandi menniskjalig rættindi, virðing og lívsgóðsku.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1.000 føroyingar við demens – hvør er po…
HETTAR VAR IKKI MEININGIN - Vit regulera…
Ung menniskju fáa ikki fótin innum bústa…
"HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFEALGIÐ AT…
Lat okkum gera tað lættari hjá ungum at…
Eysturoyar­tunnilin – nú skal tunnilsgjal…
Alsamt fleiri íbúðir í Norð­oyggjum
Hvat heldur Miðflokku­rin um skúlan?
Heldur eiga enn leiga bústað
Tillaga størv skerd 1mio og nokta avlami…
Frá Hjarta­felagnum
Tiltøk í vikuni
Sólstein og Vatnhamar vitjaðu Komið øll…
- Tað er ringt at bakka í dagljósið, so…
- Hevur týdning at vit fáa meira kvinnur…
Valprát við Fólka­flokkin
Tveir ungdóms­venjarar tosa um ungdómsfót…
- Tað er tekin um at her er gott at verð…
- Eysturoyar­tunnilin verður heilt skjótt…
- Vit skulu hava eina politiska tilvitan…