Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

SKRIVAÐ: Bill Justinussen  |  19.03.2026 - 16:50 Lesarabrøv Politikkur

Stór ónøgd er millum eysturoyingar um tunnilsgjøldini í Eysturoyartunlinum.

Vinningurin av at hava fingið hesa einastandandi farleið stendur ikki mát við vónirnar og potentialið. Framvegis er tað ein ov stór fíggjarlig byrða at pendla, og enn størri er byrðan at gera sær gerandisørindi hinumegin tunnilin.

Endamálið við tunlinum var og er at binda Havnina og Norðurøkið, Eysturoynna og ikki minst Skálafjørðin saman í ein stóran, dynamiskan kraftdepil, sum ger henda høvuðsmotorin í føroyska búskapinum enn sterkari.

Vinnan og flutningsvinnan

Vinnulig koyring gjøgnum tunnilin er fyri smáar fyritøkur ein daglig avbjóðing, sum dýrkar rokningarnar til kundarnar nógv. Er talan eitt nú um ein fyritøku í Eysturoynni, ið hevur eitt størri arbeiði í høvuðsstaðnum, har fleiri bilar skulu koyra aftur og fram dagliga, kann talan gerast um risarokning frá tunlinum.

Og er tað so ein flutningsfyritøka við stórum lastbilum og trailarum, verður talan um enn størri tunnilsgjøld, sum veruliga hála tølini á botnlinjuni langt niður.

Persónbilar

Eisini fyri persónbilar, sum verða brúktir til at flyta fólk aftur og fram til arbeiðis ella í ørindum annars, er talan um stórar rokningar yvir tíð, sum tyngja privatbúskapin óneyðuga nógv. Tunnilsgjøldini eru ein ikki so ótýðandi partur av dýra gerandisdegnum.

Strendur-Runavík

Og so er tað ferðslan millum báðar armarnar við munnan á Skálafjørðinum. Hendan ferðslan er tíverri eisini munandi darvað av ov høgum tunnilsgjaldi.

Nú má broyting koma í, so at vit fáa ta nyttuna av hesi stóru íløgu, sum ætlanin alla tíðina var. Vit sóu tað við Vágatunlinum, og vit sóu tað við Norðoyatunlinum. So skjótt gjøldini lækkaðu, komu stór ferðslulop, sum gjørdu, at tað loysti seg at lækka gjøldini enn meiri, sum so aftur skapti ferðslulop, sum aftur gjørdi, at kostnaðurin nú er á einum sømiligum og góðtiknum støði.

NÚ EIGUR EYSTUROYARTUNNLIN TØRN. Og sjálvandi fylgir Sandoyartunnilin við.

 

Bill Justinussen

Valdið til fólkið

– Vel Fólkaflokkin 26. mars

Lýsing
Seinastu tíðindini
HETTAR VAR IKKI MEININGIN - Vit regulera…
Ung menniskju fáa ikki fótin innum bústa…
"HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFEALGIÐ AT…
Lat okkum gera tað lættari hjá ungum at…
Eysturoyar­tunnilin – nú skal tunnilsgjal…
Alsamt fleiri íbúðir í Norð­oyggjum
Hvat heldur Miðflokku­rin um skúlan?
Heldur eiga enn leiga bústað
Tillaga størv skerd 1mio og nokta avlami…
Frá Hjarta­felagnum
Tiltøk í vikuni
Sólstein og Vatnhamar vitjaðu Komið øll…
- Tað er ringt at bakka í dagljósið, so…
- Hevur týdning at vit fáa meira kvinnur…
Valprát við Fólka­flokkin
Tveir ungdóms­venjarar tosa um ungdómsfót…
- Tað er tekin um at her er gott at verð…
- Eysturoyar­tunnilin verður heilt skjótt…
- Vit skulu hava eina politiska tilvitan…
Jóan Pauli og Oddur vitja Norðlysið