Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ung menniskju fáa ikki fótin innum bústaðargáttina.

SKRIVAÐ: Sonja, Sambandsflokkurin  |  19.03.2026 - 17:50 Politikkur

Eg eigi sjálv børn sum eru í aldrinum 19, 20 og 25 ára gomul, og tey hava ongan livandi kjans at keypa sær sítt egna.

So hvat skulu vit gera fyri at fáa øll hesi fólkini innum bústaðargáttina?

Vit í Sambandsflokkinum hava eina loysn. Vit siga, at tú skal kunna læna til tína eginfígging umvegis ein bústaðargrunn, men at tú somuleiðis hevur møguleika at fáa 50% av tínum pensjónsinngjaldi útgoldið sum løn, aftaná tú sum fyrstuferð keypari hevur ognað tær ogn.

At seta pengar í fasta ogn gevur meir enn dupult so stórt avkast, enn hvat pensjónir hava seinastu 20 árini. Tískil er hetta ein tann besta íløgan, tú kanst gera!

Eg vil gjarna avgera sjálv, um eg vil brúka mínar pensjónspengar til eginfígging til eini hús.

Um eg livi so leingi, at eg blívi pensjónist, so havi eg útgoldið míni hús - sum nú eru fordoblað í virði. Eg møti nógvum menniskjum í mínum dagliga arbeiði, har eg síggi og hoyri, hvat tey stríðast við. Eg hugsi ofta, um hvussu strævið tey hava tað, og hvat vit sum samfelag kunnu gera fyri at tryggja teimum eina langtíðarloysn, soleiðis, at tey saman við teirra børnum ikki allatíðina skulu finna ein nýggjan bústað, men kunnu hava eitt trygt stað at vera.

Hettar er nakað, sum eg vil arbeiða fyri, um eg sleppi framat.

X við Sonju

X við Sambandsflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
1.000 føroyingar við demens – hvør er po…
HETTAR VAR IKKI MEININGIN - Vit regulera…
Ung menniskju fáa ikki fótin innum bústa…
"HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFEALGIÐ AT…
Lat okkum gera tað lættari hjá ungum at…
Eysturoyar­tunnilin – nú skal tunnilsgjal…
Alsamt fleiri íbúðir í Norð­oyggjum
Hvat heldur Miðflokku­rin um skúlan?
Heldur eiga enn leiga bústað
Tillaga størv skerd 1mio og nokta avlami…
Frá Hjarta­felagnum
Tiltøk í vikuni
Sólstein og Vatnhamar vitjaðu Komið øll…
- Tað er ringt at bakka í dagljósið, so…
- Hevur týdning at vit fáa meira kvinnur…
Valprát við Fólka­flokkin
Tveir ungdóms­venjarar tosa um ungdómsfót…
- Tað er tekin um at her er gott at verð…
- Eysturoyar­tunnilin verður heilt skjótt…
- Vit skulu hava eina politiska tilvitan…