Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvat heldur Miðflokkurin um skúlan?

SKRIVAÐ: Rani A. Skaalum  |  19.03.2026 - 16:30 Politikkur Tíðindaskriv

Um vit fyrst hugleiða eitt sindur um fólkaskúlan, so kunnu vit byrja við at hyggja í lógina um
fólkaskúlan.

Har kunnu vit m.a. lesa, at endamálið við fólkaskúlanum, í samstarvi við foreldrini, er
at geva næmingunum møguleika at ogna sær vitan og kunning og førleikar at nýta ymisk
viðkomandi amboð og arbeiðshættir, ið fremja menningina hjá tí einstaka.

At vit skulu brynja
næmingarnar til virknar viðspælarar í einum demokratiskum og frælsum samfelag. Tryggja, at
einstaki næmingurin verður møttur, sæddur og hoyrdur í einum tryggum og læruríkum umhvørvi.
Og vit vita at trivnaður og fjølbroytni er ein fyritreyt fyri læring og at náa einum slíkum edlum máli,
sum fólkaskúlin setur okkum.

Skúlin skal soleiðis rúma øllum, tey sum hava tað lætt við skúla,
teimum sum hava tað minni lætt, teimum sum tosa føroyskt, teimum sum tosað eitt fremmant mál
og eisini teimum, ið einki mál hava. Skúlin skal lofta øllum og leggja undirvísingina til rættis eftir
førleika, menningarstigi og læringsmáli hjá tí einstaka.


Til at røkka hesum og fáa tryggja trivna og læring í skúlanum krevur tað samspæl í millum fakliga
dygd, gott sosialt umhvørvi og gott samstarv millum skúla og heim. Tað krevur eisini at viðkomandi
stovnar, ið vara av skúlanum og teimum ymsu uppgávunum, sum skulu loysast megna at samstarva
um, játta neyðuga peningin til og tryggja bestu karmarnar til at skúlin í verki kann hava barnsins
besta í fokus. Og gransking vísir eisini, at næmingar trívast best, tá teir eru partur av einum
sosialum felagsskapi í einum tryggum og mennandi umhvørvi.


Til hetta skal fokus eisini seta á týdning av at lærarin hevur tíð til næmingin og leiðslur tryggja
sínum starvsfólkum tryggar og góðar treytir og karmar at fyrireika seg og samstarva um
námsfrøðiliga og didaktiska menning, sum eru avgerandi fyri dygdina í undirvísingini og
relatiónini. Tað er sanniliga eisini umráðandi at leggja dent á, at foreldur eru ein ómetaliga
týdningarmikil samstarvsfelagar hjá skúlanum og einstaka læraranum. Tá heim og skúli draga somu
línu, tá økist tryggleikin og trivnaðurin hjá tí einstaka barninum munandi. Tí er tað umráðandi at
skúli og heim tosa, ikki bara stevna móti sama máli, men tosa sama mál og skilja hvønn annan.

Spurningur 1: Tað er brúk fyri fleiri lærarum í skúlanum til tvílæraraskipan.


Um vit bara gera álit fyri at hava okkurt at gera og so leggja tað í skuffuna ella seta tað á eina hyll,
so er tað lítið vert.
Ja, vit meta heilt víst, at vit eiga at taka tilmælini til okkum og raðfesta hetta politiskt við at fáa tað
neyðugu fíggingina, sum skal til at gera eina neyðuga íløgu í okkara børn og ungu, sum samstundis
væntandi kemur at minka um tørvin at seta inn við “eldsløkkjara” seinni.

Sjálvur havi eg arbeitt á ymsum skúlum og við og uttan tvílæraraskipan. Í skrivandi stund arbeiði eg
í Skúlanum við Løgmannabreyt. Her arbeiða vit altíð saman tveir ella fleiri lærarar í einum flokki.

Eg síggi dagliga stórar fyrimunir við, at tað eru fleiri lærarar um flokkin. Vit hava við børn at gera,
tey eru livandi og lívlig og ikki bara robottar ella nakað, sum skal passa í ein kassa. Tað er nærum
ógjørligt at røkka, lofta og rúma øllum 24, ella í okkara føri, 48 næmingunum, um vit ikki tveir ella
fleiri lærarar eru hjá.

Eg taki undir við, at vit skulu miða ímóti at hava tveir inni í flokkum við fleiri enn 12 næmingum
frá fyrsta og til og við 7 skúlaár.
Mínar egnu royndir eru at vit styrkja bæði fakligu og sosialu menningina tá tveir ella fleiri lærarar
eru í stovuni. Tað fakligu dygdina og tann sosiala trivnaðin hjá næmingunum, tí lærararnir hava
betri tíð til tann einstaka og hava møguleika at brúka styrkirnar hjá hvørjum øðrum.
Við fleiri "hendrum" í skúlastovuni ber betri til at rúma næmingum við ymiskum førleikum og
serligum tørvi, uttan at tað gongur út yvir alla undirvísingina.

Tað kann eisini gera eitt betri arbeiðsumhvørvi, tá tað eru fleiri lærarar, sum kunnu deila uppgávur í
millum sín. Tað kann minka um arbeiðstrýstið hjá tí einstaka læraranum og geva møguleika fyri
tættari samstarvi og sparring. Hetta kann eisini vera við til at fyribyrgja strongd.
Skulu vit seta inn við víðkaðari tvílæraraskipan krevur tað allarhelst størri fíggjarliga játtan og fleiri
útbúnar lærarar. Tað hevur ikki verið vilja í politisku skipanini at økja um fíggingina til fólkaskúlan.
Mín pástandur skal vera, at vit koma at síggja eina sparing uppá longri sigt, um vit gera eina íløgu í
tvílæraraskipanina.

Hon kemur at minka um tørvin at seta inn við eyka tímum og stuðlum seinni í skúlaskeiðnum hjá
nógvum næminum, tí vit koma at lofta nógvum av teimum børnunum, sum vit í dag ikki røkka ella
megna at rúma í skúlanum, sum hann er skipaður í dag.

Spurningur 2: Flokslærarin er krummtappurin

Vit meina, at tað er neyðugt at menna hetta økið, tí krøvini til flokslæraran eru vaksandi og
næmingarnir hava í dag fleiri ymiskar tørvir, sum skúlin so ella so má fyrihalda seg til. Tað kunnu
vera sálarligar avbjóðingar ella annar serligur tørvur í mun til innlæring og annað. Tí mæla vit til at
geva flokslæraranum meiri tíð (tímatal) til tann einstaka næmingin og foreldrasamstarv og at bjóða
øllum lærarum, sum arbeiða sum flokslærarar og ynskja tað, at taka eftirútbúgvingarskeið á
Setrinum innan relatións- og floksleiðsluførleika.
Vit kunnu siga at flokslæraraarbeiði er eina av kjarnuuppgávunum í fólkaskúlanum. Flokslærarin
hevur heildarábyrgd av trivnaði og fakligu menningini og skal fylgja við samlaðu gongdini hjá
næminginum, bæði tá ið tað gongur gott og minni gott. Tað krevur eitt gott samband og samstarv
við næming, ymsar viðkomandi stovnar og ikki minst foreldur. Flokslærarin er á ein hátt bæði
umboðsmaður hjá skúla og næmingi og bindilið millum skúla og heim alt í senn.

Spurningur 3: Ótryggar setanir hjá lærarum

Sálarligt arbeiðsumhvørvi er ringt, tá lærarar í áratíggju eru í ongamannalandi og skulu søkja sítt
egna starv umaftur og umaftur. Tað elvir til ótryggleika og kann eisini gera tað torført hjá
starvsfólkahópinum at fungera væl saman, serliga um nógv útskifting er.
Sjálvur var eg leingi í tíðaravmarkaðum starvi. Eg bleiv liðugur at lesa í 2009 og tað gingu fleiri ár,
áðrenn eg fekk fast starv. Tað var lítið hugaligt at sita uttan fast starv í eini fíggjarkreppu og stórum
bústaðarláni.
Tað eigur ikki at vera neyðugt at søkja eftir so nógvum lærarum í tíðaravmarkaði størv um vit vita
næmingatalið og tímatalið, ið vit hava at arbeiða við, men tað sær út til, at man má bara hugsa um
eitt ár í senn. Vit verða noydd til at broyta hugsan og mannagongdir og leggja ætlanir fyri meir enn
eitt ár í senn.
Okkurt ítøkiligt, sum vit kunnu gera er, at fremja betri langtíðarplanlegging hjá skúlunum grunda á
næmingatal og læraratørv yvir eitt trý til fimm ára skeið, til dømis. Um játtanin frá landinum var
meira støðug og ikki broyttist so nógv ár fyri ár, hevði tað givið skúlaleiðslunum betri grundarlag og
møguleika at bjóða fleiri føst størv.
Um vit skulu hava eina góða tvílæraraskipan er tað eisini ein fortreyt, at hava fleiri lærarar í føstum
starvi fyri at tryggja góðsku og yrkisføri.
Tað er politiska skipanin, ið skal gera karmarnar so góðar sum møguligt og tí er tað upplagt, at hetta
verður nakað sum verður tikið upp nú samráðingar eru fyri framman. Lat okkum seta eitt mark fyri,
hvussu leingi ein lærari kann vera settur tíðaravmarkað, áðrenn tað skal verða eitt fast starv. Eg
skjóti upp, at tað er í mesta lagið tríggjar ferðir.


Spurningur 4: Næmingar av útlendskum uppruna


Uppliving í skúlanum er, at tað sum vit kunnu bjóða hesum næmingunum er ikki nóg gott. Tað er
sera óheppið, at lærarar skulu ganga og hava ringa samvitsku av, at teir ikki hava nóg góðar
umstøður og/ella førleika at taka ímóti og rúma hesum næmingunum.
Tá ein næmingur, sum ikki dugir føroyskt byrjar í skúla má skúlin gera eina meting av tørvinum hjá
tí einstaka næminginum. Tað má gerast fyri at vita, hvussu nógvar tímar næmingurin hevur tørv á.

Allir skúlar sum fáa næmingar við tørvi á undirvísing í føroyskum sum annaðmál eiga at fáa
neyðugu játtanina at hava ein móttøkuflokk umframt aðra skipaða undirvísing í smærri bólkum og
einstaklinga undirvísing í føroyskum máli og mentan. Fokus má vera á at hjálpa næmingunum at
fáa ein gevandi og góðan gerandisdag í skúlanum saman við hinum næmingunum, hóast tey ikki
hava føroyskt sum móðurmál.


Vit vilja fegin vera við til at raðfesta og skipa hetta øki í samráð við viðkomandi myndugleikar
(land og kommuna) og teir fakbólkarnar, sum í dag taka sær av hesi stóru uppgávu.

Rani A. Skaalum

Miðflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
HETTAR VAR IKKI MEININGIN - Vit regulera…
Ung menniskju fáa ikki fótin innum bústa…
"HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFEALGIÐ AT…
Lat okkum gera tað lættari hjá ungum at…
Eysturoyar­tunnilin – nú skal tunnilsgjal…
Alsamt fleiri íbúðir í Norð­oyggjum
Hvat heldur Miðflokku­rin um skúlan?
Heldur eiga enn leiga bústað
Tillaga størv skerd 1mio og nokta avlami…
Frá Hjarta­felagnum
Tiltøk í vikuni
Sólstein og Vatnhamar vitjaðu Komið øll…
- Tað er ringt at bakka í dagljósið, so…
- Hevur týdning at vit fáa meira kvinnur…
Valprát við Fólka­flokkin
Tveir ungdóms­venjarar tosa um ungdómsfót…
- Tað er tekin um at her er gott at verð…
- Eysturoyar­tunnilin verður heilt skjótt…
- Vit skulu hava eina politiska tilvitan…
Jóan Pauli og Oddur vitja Norðlysið