Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólkaflokkurin vil hava lættar til smærri vinnurekandi

SKRIVAÐ: Birgir Nielsen  |  20.03.2026 - 11:30 Politikkur

Fólkaflokkurin er ein vinnuflokkur, sum vil hava tryggar og góðar karmar til alla vinnuna í Føroyum.

Føroyska vinnan, bæði stór virkir, meðalstór virkir og tey smærri vinnurekandi, hava ein ómetaliga stóran týdning fyri føroyska búskapin og ikki minst tann stóra vøkstur, sum hevur verið skaptur síðstu mongu árini. Tí vilja vit halda á við at stuðla vinnuni við skilagóðum framtíðarkarmum.

Vit í Fólkaflokkinum siga kortanei til at hækka partafelagsskattin, sum m.a. Javnaðarflokkurin nú hevur sum uppskot.

At hækka skattir hjá vinnuni er ikki rætti vegurin og er eitt vánaligt signal at senda til tey vinnurekandi.

Heldur eigur vinnan framyvir at verða eggjað til at gera fleiri íløgur, sum koma at geva vøkstur og arbeiðspláss í samfelagnum. Á tann hátt kemur í framtíðini meira partafelagsskattur av einum øktum avlopi frá vinnuni.

Teir vinstravendu flokkarnir í Føroyum hava tíverri altíð víst, at tá ið teir koma til valdið, verða munandi byrðar lagdar á føroysku vinnuna. Vit hava sæð tað við øktum avgjøldum á føroysku fiskivinnuna, øktum tøkugjøldum á alivinnuna og eisini mong gjøld, ið vórðu áløgd øðrum vinnum – eisini teimum smærri vinnurekandi.

Um vit í Fólkaflokkinum koma til valdið, vilja vit fyrst og fremst hava ein skatta- og avgjaldssteðg. Síðan eiga vit at fara í holt við at fáa minkað um avgjøldini, sum hava verið løgd á vinnuna.

Smærri vinnurekandi skulu hava tað lættari og tryggari

Nøkur av uppskotunum hjá Fólkaflokkinum um, hvussu vit lætta um hjá smærri vinnurekandi:

- Smærri vinnufyritøkur skulu hava færri fíggjarligar byrðar, so at vøksturin ikki verður avmarkaður.

- Kringvarpsgjaldið eigur at avtakast til smærri vinnufyritøkur.

- Sjálvstøðug vinnurekandi skulu við sjúku verða betur og tryggari stillað við eitt nú barsils- og dagpengaskipanum.

Tú kanst stuðla mær og Fólkaflokkinum við hesum til løgtingsvalið.

Birgir Nielsen, valevni til løgtingsvalið

Valdið til fólkið

– Vel Fólkaflokkin 26. mars

Lýsing
Seinastu tíðindini
Danmark á føroyskum og Føroyar á donskum
Bókaklubbadagur í Klaksvík í morgin
Føroyar – eitt paradís fyri ung og barna…
Pedofil- og narkodómar skulu herðast mun…
Hava námsfrøð­ingar onki virði?
Fólka­flokku­rin vil hava lættar til smærr…
Tað skal loysa seg at arbeiða – vit skul…
Betri Heim: Alsamt fleiri íbúðir í Norðo…
Tú mást gjalda – um tú vilt fáa hjálp fy…
Børnini Bíða
Hvussu fáa vit tey ungu heimaftur til Fø…
Danmark á føroyskum og Føroyar á donskum
Hvat so, tá røddin ikki kann tosa?
Hevði hetta gingið á dekkinum?
Upptakt: EB/­Streymur-KÍ
- Tað krevur fyrst og fremst hart arbeið…
Valfundur í Haraldsundi, 17. mars 2026
- Sjálvstýri hevði staðið sterkari um ta…
1.000 føroyingar við demens – hvør er po…
HETTAR VAR IKKI MEININGIN - Vit regulera…