Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hevði hetta gingið á dekkinum?

SKRIVAÐ: Sylvia Thomsen  |  20.03.2026 - 08:55 Politikkur Tíðindaskriv

Sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum verða fyri mismuni, tá útlendskir vikarar fáa hægri løn fyri sama arbeiði. Hetta er órættvíst og undirgrevur bæði arbeiðsgleði, trygd og dygd í heilsuverkinum. Skipanin má broytast, so føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fáa somu lønarsømdir sum útlendingar.

 

 

Høvdu vit góðtikið, at fremmand arbeiðsfólk fingu hægri løn enn føroysk starvsfólk umborð á skipum ella innan størv, har mannfólk eru í meiriluta?

Nei! Men júst hetta hendir í heilsuverkinum, har útlendskir vikarar ofta fáa meira í løn enn okkara egnu sjúkrarøktarfrøðingar. Hetta er órættvíst og má broytast, so sama arbeiði gevur somu løn.

Hvat hevði tú sagt, um ein útlendingur kom at arbeiða í byggifyritøkuni, har tú arbeiðir. Hann dugir ikki málið. Hann dugir kanska heldur ikki so væl at “venda sær”, sum tú, ið hevur arbeitt í fyritøkuni í fleiri ár, hóast tit hava somu útbúgving. Men allíkavæl fær hann nógv meiri løn, enn tú! Hvussu hevði tú reagerað?

Ella um ein útlendingur kom umborð á skip, sum manglar manning, men hann fekk hægri hýru, enn allir tit, sum hava fast arbeiði umborð. Hvat høvdu tit sagt?

Hetta er veruleikin hjá sjúkrarøktarfrøðingum hvørt summar, tá útlendskir vikarar koma heim at arbeiða vegna starvsfólkatrot. At tær koma her at arbeiða er sum so onki galið við. Trupulleikin er, at mann heldur tað vera í lagi at løna útlendskum vikarum eina hægri løn enn okkara sjúkrarøktarfrøðingum í føstum starvi. Og so sleppa vit ikki ein gong at fara í verkfall fyri at mótmæla hesi út av lagi vánaligu lønarviðurskiftini. Vit kunnu ikki rokna við nøkrum øðrum enn, at sjúkrarøktarfrøðingarnir missa hugin til fakið.

 

Avleiðingarnar síggjast longu

Hetta má broytast. Eingin eigur at skula kunna forvinna meiri enn okkara egnu sjúkrarøktarfrøðingar í føstum starvi. Heldur ikki tey, ið arbeiða fyri tímaløn. Tað er nevnliga eisini við at verða eitt rák, at sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum velja at arbeiða tímalønt, av tí at hetta gevur bæði betri løn og fríari ræsur at velja nær ein vil arbeiða.

Við tí lítla arbeiðsloysinum, sum vit hava í dag, er ikki neyðugt við trygdini, sum fylgir við tí fasta starvinum, tí tað er møguligt at fáa nóg mikið av vaktum. Tað er eitt ódámligt rák, sum bæði gongur útyvir trygd og dygd.

Hetta vil eg hava broytt!

 

Sylvia Thomsen
Valevni Sjálvstýrisins

X við lista D 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tú mást gjalda – um tú vilt fáa hjálp fy…
Bókaklubbadagur í Klaksvík í dag
Børnini Bíða
Hvussu fáa vit tey ungu heimaftur til Fø…
Danmark á føroyskum og Føroyar á donskum
Hvat so, tá røddin ikki kann tosa?
Hevði hetta gingið á dekkinum?
Upptakt: EB/­Streymur-KÍ
- Tað krevur fyrst og fremst hart arbeið…
Valfundur í Haraldsundi, 17. mars 2026
- Sjálvstýri hevði staðið sterkari um ta…
1.000 føroyingar við demens – hvør er po…
HETTAR VAR IKKI MEININGIN - Vit regulera…
Ung menniskju fáa ikki fótin innum bústa…
"HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFEALGIÐ AT…
Lat okkum gera tað lættari hjá ungum at…
Eysturoyar­tunnilin – nú skal tunnilsgjal…
Alsamt fleiri íbúðir í Norð­oyggjum
Hvat heldur Miðflokku­rin um skúlan?
Heldur eiga enn leiga bústað