Lýsing
Lýsing
Lýsing

Danmark á føroyskum og Føroyar á donskum

SKRIVAÐ: Høgni Hoydal  |  20.03.2026 - 09:30 Politikkur

Nú er nóg mikið: Vit mugu velja eina virðiliga tjóðskaparrødd á fólkating

Lítið hevur sagt um hetta óneyðuga fólkatingsvalið í Føroyum. Tað átti jú at verið ein farin tíð. Men hví stillar Tjóðveldi so upp til hetta valið, ið vit ikki ynskja at hava í Føroyum?

Orsøkin er hendan:

Fólkatingsessirnir hava so ofta og serliga seinastu 7 árini verið brúktir burturav til støðugt at innlima (assimilera) okkum í danskan politikk, í danskar pengar og í ein danskan veruleika. Har góðtikið verður, at vit eru undirskipað valdinum og vælvildini hjá einum øðrum tingi og eini aðrari stjórn – eins og vóru vit ein donsk kommuna. Uttanum okkara fólkavalda Løgting og okkara egnu stjórn.

Føroyar hava ikki verið til sum tjóð á Fólkatingi í alla hesa tíð. Sessirnir verða brúktar sum ein statsfíggjað facebook- ella instagram-síða hjá einstaklingum, sum brúka sessin at hevja seg sjálvar, fara inn í danskar flokkar – og stuðla og verja danskar stjórnir og avgerðir í Føroyum. Og vit eru ómetaliga bilsin um og vónsvikin av, at eisini Fólkaflokkurin boðar frá, at hetta fara tey eisini at gera, um tey vinna sessin.

Avleiðingarnar eru ómetaliga oyðileggjandi fyri okkara fólkaræði og fyri okkara sjálvsvirðing og møguleikar í Heiminum. Fólkatingsumboðini hava gingið ímóti okkara egna uttanríkispolitikki, sett okkum í sera ringt ljós millum onnur lond og lýst okkum sum hjálparleyst fólk, ið noyðist at fáa vælvild frá donskum flokkum til tess at skapa trygd í heiminum og mentanarligar verkætlanir í Føroyum.

Fólkatingsessurin hevur eisini verið brúktur til at skapa ógrundaðan ótta og at lýsa Føroyar sum ein danskan landslut við krígshugaðum ekstremistum og haturselvarum ímóti øðrum fólkum og tjóðum í heiminum.

Harafturat verða fólkatingsessirnir brúktir sum eitt amboð til gjøgnum føroyskar og danskar miðlar hvønn dag at skapa og endurskapa ein danskan veruleika í Føroyum og ókritiskt at verja allar danskar avgerðir í Føroyum. Heimurin verður lýstur av Christiansborg og ikki úr Føroyum. Vit fáa Danmark á føroyskum og Føroyar á donskum.

Niður at flyta avgerðirnar og fólkarættin heim

Tí er tað, at Tjóðveldi stillar upp til Fólkatingið fyri vónandi seinastu ferð:

Sum vit hava gjørt, tá ið vit hava havt sessin, so eru málini og uppgávan greið:

- Vit vilja lyfta føroysku tjóðina og okkara rættindi og ábyrgd sum tjóð upp á øllum pallum – og eisini á fólkatingi. Ikki tosa hana niður og leggja avgerðirnar til Danmarkar.

- Vit styrkja og verja okkara sjálvsavgerðarrætt sum tjóð at taka allar avgerðir og at skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð í heiminum.

- Vit sósa okkum ikki inn í danskan politikk, men hava ein boðskap í øllum málum: Vit byggja á fólkarætt og fólkaræði: Avgerðirnar skulu takast í Føroyum, og onki skal gerast uttanum Føroya Løgting og Føroya landsstýri.

- Vit upplýsa og gera greitt, at vit eru ein tjóð, ið vil standa á egnum beinum og taka egna ábyrgd. Vit byggja ikki á hatur og fíggindaskap, men á javnstøðu og javnrættindi millum tjóðir og fólk.

- Hetta verður ómetaliga avgerandi, nú ein nýggj føroysk stjórn skal fara undir samráðingar um at skipa okkum sum sjálvstøðugt land.

So hóast tað er ein tvístøða hjá okkum í Tjóðveldi at stilla upp, so siga vit sum forkvinnan, Sirið Stenberg, og unga valevnið, Jóhannis Erlendsson: Tjóðveldi vil fara niður at siga eitt virðiligt farvæl og at skapa virðing fyri tjóðini, síggja heimin úr Føroyum og at skapa viðurkenning fyri, at Føroya fólk eigur einsamalt avgerðina um at skipa okkum sum sjálvstøðugt land og frælsa tjóð í Heiminum.

X við Tjóðveldi 24. og 26. mars

Høgni Hoydal

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað skal loysa seg at arbeiða – vit skul…
Betri Heim: Alsamt fleiri íbúðir í Norðo…
Tú mást gjalda – um tú vilt fáa hjálp fy…
Bókaklubbadagur í Klaksvík í dag
Børnini Bíða
Hvussu fáa vit tey ungu heimaftur til Fø…
Danmark á føroyskum og Føroyar á donskum
Hvat so, tá røddin ikki kann tosa?
Hevði hetta gingið á dekkinum?
Upptakt: EB/­Streymur-KÍ
- Tað krevur fyrst og fremst hart arbeið…
Valfundur í Haraldsundi, 17. mars 2026
- Sjálvstýri hevði staðið sterkari um ta…
1.000 føroyingar við demens – hvør er po…
HETTAR VAR IKKI MEININGIN - Vit regulera…
Ung menniskju fáa ikki fótin innum bústa…
"HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFEALGIÐ AT…
Lat okkum gera tað lættari hjá ungum at…
Eysturoyar­tunnilin – nú skal tunnilsgjal…
Hvat heldur Miðflokku­rin um skúlan?