- Tað krevur fyrst og fremst hart arbeiði at spæla við KÍ
- Tað krevur fyrst og fremst hart arbeiði, um ein skal megna at vera partur av besta liðnum hjá KÍ. Tað er altíð torført at koma á eitt lið, serliga hjá ungum og nýggjum spælarum. Tað krevur, at ein vinnur álit frá venjaranum og góðar liðfelagar, sigur Jákup Biskopstø Andreasen, liðformaður á meistaradeildarliðnum hjá KÍ
Fríggjakvøldið fer KÍ at spæla triðja landskappingardystin í ár, sum verður við Margáir, har EB/Streymur tekur ímóti føroyameistarunum.
Í vikuni fekk Norðlýsið orðið á KÍ-liðskiparan, Jákup Biskopstø Andreasen, har vit settu honum nakrar spurningar.
Byrjanin er góðtikin!
- Nú eru tvey umfør spæld í meistaradeildini, har tú og KÍ hava vunnið á 07 Vestur á Dungasandi og hava fingið ein javnleik heima ímóti kappingarneytanum NSÍ.
- Hvat heldur tú um byrjanina av kappingarárinum higartil? Er hetta ein OK byrjan?
- Byrjanin er góðtikin! Vit hava spælt 3 [teljandi] dystir, um man tekur stórsteypadystin við, sum allir uppá hvør sín máta hava verið góðir.
- Sjálvandi hava tað verið lítlar periodur í hvørjum dysti, har avrikið ikki hevur verið eins gott. Men tað er púra vanligt so tíðliga í kappingini.
Ein heiður at vera KÍ-liðskipari
- Tú gjørdist liðskipari á meistaradeildarliðnum hjá KÍ í 2019, og hevur síðani tá vunnið FM fimm ferðir út av sjey royndum. Ein kann siga, at KÍ byrjaði at vinna tá.
- Hvussu er at vera liðskipari hjá einum liði og felag sum KÍ?
- Tað er fyrst og fremst ein heiður og nakað, eg royni hvønn dag eftir besta førimuni at liva upp til. KÍ er eitt ambitiøst felag, sum siktar høgt. Sum spælari er tað fantastiskt at vera í einum felag sum KÍ.
KÍ-leikarar mugu arbeiða hart
- Nógvir góðir leikarar hava spælt á miðjuni hjá KÍ seinastu árini. Vit kunnu nevna Semir Hadzibulic, Súna Olsen, Jóannes Bjartalíð, Simen Sandmæl, Luc Kassi o.s.fr., meðan vit enn hava spælarar sum Deni Pavlovic, Hallur Hansson, Patrik Johannesen, og René Shaki Joensen á liðnum. Hóast hesa hørðu kapping um pláss á liðinum, so hevur tú verið fastur startari hjá KÍ í eini 10 ár nú.
- Hvat skal til fyri at spæla á meistaradeildarliðnum hjá KÍ?
- Tað krevur fyrst og fremst hart arbeiði, um ein skal megna at vera partur av besta liðnum hjá KÍ. Tað er altíð torført at koma á eitt lið, serliga hjá ungum og nýggjum spælarum. Tað krevur álit frá venjaranum og góðar liðfelagar.
- Eg var ótrúliga heppin at hava ein venjara og leikarahóp, sum vístu mær álit og góvu mær møguleikan at spæla meg inn á liðið, sjálvt um eg gjørdi nógvar feilir.
- Tá man er komin á liðið, krevur tað, at man ger alt fyri at vera verandi á liðnum, við hørðum miðvísum arbeiði og við einari motivatión at menna seg sum leikara allatíð, tí fótbóltur stendur ikki í stað.
Fortreytirnar eru góðar í ár
- Vit vita, at málið hjá KÍ hvørt ár er at vinna greipuna, men her norðuri hoyrist eisini talan um at røkka eitt evropeiskt deildarspæl aftur. KÍ hevur gjøgnum fleiri ár havt nógv góð úrslit úti í Evropa.
- Hvørjar eru vónirnar fyri 2026? Ert tú spentur uppá kappingarárið?
- Eg havi góðar vónir!
- Vit hava havt ein góðan uppstart og hava ein góðan hóp. So fortreytirnar eru góðar til at røkka okkara málum.
Væntar harða mótstøðu við Margáir
- Fríggjadagin klokkan 18:30 er dystur við Margáir ímóti EB/Streymi. Hóast vit sum oftast vinna, so eru hesir dystirnir sjáldan lættir.
- Hvat slag av dysti kunnu vit vænta hesaferð, og vónar tú at síggja fleiri norðoyingar og KÍ-fjepparar til dystin?
- Vit vænta ein sera truplan dyst.
- Tað er ongantíð lætt at fáa stig við heim úr Margáum. Eg vænti ein dyst, har vit møta einum organiseraðum EB/Streymaliði, har vit vera noyddir at vera tolnir og neyvir fyri at bróta teir niður.
- Vit fara gera alt fyri at fara í landsliðspausina við einum góðum avrikið og úrsliti, sigur KÍ-liðformaðurin, Jákup Biskopstø Andreasen.