Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hóast Ruth Vang sigur seg muga spara, so er onki at ivast í, at um biðið verður um eykajáttan til at umvæla nýggjastu feilirnar í H-Bygninginum, fer hon at verða gingin á møti | Mynd: kvf.fo

Hvat við at spara innan kleyvarskap?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.07.2025 - 09:38 Leiðarin Politikkur

Eftir at hava lovað haldføri ferð eftir ferð uttan at hava leverað eina einastu fíggjarlóg uttan margmilliónahall, kom Ruth Vang út við einum desperatum boði uppá sparing, ið var at gera sjúkrahúsið í Havn til einasta akuttsjúkrahúsið norðanfyri Skopunarfjørð. Samstundis liggur í Sandágerði ein skandala, sum ongan enda tykist fáa, og sum hevur kostað okkum tað hvíta út av eygunum og bara blívur við at kosta. Hvar er logikkurin?

 

 

Lukkutíð fyri samgongufelagarnar hjá Framsókn vóru Ingilín D. Strøm og Eirikur í Jákupsstovu kvik úti og søgdu, at ”sparingarnar hjá Ruth Vang koma ikki uppá tal” og ”tað fer ikki at henda”. Tað hevði kanska ikki kostað Framsókn nakað at spart vælferðina í Klaksvík burtur, men tað hevði tað sanniliga gjørt fyri restina av samgonguni.

 

Kostar 15 milliónir ikki at taka hædd fyri staðsetingini

Nú frætta vit enn eina ferð, at byggigølan H-Bygningurin ýður í feilum. Hann lekur bæði her og har, tí at tey, sum lótu hann gera, ikki tóku hædd fyri, at hann kom at liggja útsettur fyri veður, vind ella saltvatn á valdu staðsetingini. Vit skulu tí eftir øllum at døma gjalda 15 milliónir, tí ongin hugsaði um, at Føroyar eru randaðar av sjógvi.

Uppaftur verri enn ørandi eykaútreiðslurnar er, at politikararnir bara lata pengarnar leka líka skjótt út, sum sjógvur lekur inn í H-Bygningin. Teir tykjast hava mist mótið og bara sligið seg til tols við, at ímóti kleyvarskapinum í H-Bygninginum kempa sjálvt gudarnir til fánýtis. Ella sum við Glasi, tá tann verkætlanin eisini gekk av skriðjuni: ”Nú mugu vit bara fáa skrímslið liðugt, kosta hvat tað kosta vil”.

 

Byggigølur sleppa undan spariknívinum

Samstundis fer Ruth Vang út í Kringvarpið og sigur, at tey sum lið í sparingum fara at hyggja at útbúgvingarøkinum, skúlaøkinum, almannaøkinum og heilsuøkinum – og tað er her, hon mælir til at hava bert 1 akuttsjúkrahús norðanfyri. ”Tí vit verða noydd til at vita, um vit kunnu fáa meira fyri pengarnar”, sigur hon. Men í Havn gjalda vit gjøgnum eykajáttanir meira enn fullan prís, ja, onkuntíð dupultan prís, fyri mangulfull byggiprojekt.

 

Appell til rættvísi, vit og skil

Tíbetur sær tað út til, at Ruth Vang er farin út í sjálvdrátti, og at samgongan ikki stendur aftan fyri hennara spariætlanir. Tí tað er veruliga ikki rættvíst, at tá Løgtingið og Landsstýri hava verið so ovurhonds generøs at játta 8-siffraðar upphæddir í eykajáttanum til sjúkrahúsið í Havn – ferð eftir ferð – at man so vil spara akuttar funktiónir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi burtur.

Kleyvarskapur kostar okkum nógv meira enn lívbjargandi sjúkrahúsfunktiónir, og tað er ófatiligt, at tað er tað seinna, ið Framsókn ynskir at spara burtur. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klakkur inni við 130 tonsum
Aftur hálvt stig
Arnbjørn Danielsen verður nýggjur høvuðs…
Kom og stuðla tiltaki­num "Saman um krabb…
Jens Marni á Heystglóð
Morgunsangur og skrúvugudstæntasta í Chr…
Kunnu vit fáa blóð og vembur?
Ellinor við nýggjari heimasíðu
Til allar pensjónistar í Norð­oyggjum, fr…
Ein ferðslu­trygdarvinur er farin
Fiskimanna­felagi undir nýtt tiltak
Multicultural Week – part of Virkið Heys…
Danskir dreingir og unglingar hava konse…
Heiðurs­konsert fyri Alex
Fimm núverandi KÍ-leikarar hava nú fimm…
Felagskvøld í Leguhúsinum
Bóndagarðu­rin lærir 4.flokk
Heilt nógv og fjølbroytt virksemi í Norð…
Móti Litava
Bókaframløga og smakkroyndur úr avroðum