
Hví hava tíðindafund uttan tíðindi?
Vit skulu hava eitt ella annað samstarv í einum felagsskapi av onkrum slagi, og vit skulu møguliga hava eina fólkaatkvøðu um okkurt, og tað skal helst vera breið undirtøka fyri onkrum, um vit koma hartil. Kanska skulu vit úr ríkisfelagsskapinum og síðani melda okkum inn aftur. Kanska tað ikki er neyðugt. Og trygdarpolitiskt eru vit ikki meira trygg, men heldur ikki meira ótrygg, eftir fundin.
So óítøkilig var niðurstøðan, sum vit meira ella minni spent bíðaðu eftir frá ríkisfundinum millum Aksel V. Johannesen, Mette Frederiksen og Jens-Frederik Nielsen.
– ”Jeg går ikke ind i nogen forhandlinger med nogen på pressemøder”, segði Mette Frederiksen við tey, sum bíðaðu eftir samráðingarúrslitinum frá ríkisfundinum á tíðindafundinum í dag. Harvið cementeraði hon tað, sum vit stúrdu fyri, nevniliga at tíðindafundurin fór at vera um ein úrslitarleysan ríkisfund. Og Jens-Frederik Nielsen undirstrikaði tað: – ”Jeg kommer ikke her med en konkret plan for ...”. Hvørki teirra sá tíðindafundin sum eitt forum, har man bar tíðindi fram fyri fólki og kom við úrslitum. Vit fingu bert eitt prát um ”Leyst og fast í ríkisfelagsskapinum”.
Tey, sum høvdu væntað eitt útspæl um, hvat úrslitið av breiðu semjuni millum teir 5 føroysku flokkarnar fór at seta í gongd, gjørdust vónbrotin. Vit vita sjálvsagt, at Føroyar ynskja limaskap í WTO, men tað verður longu viðgjørt í §6-ósemjunevndini. Onki nýtt har. Ynskið um føroyskan limaskap í IOC stavar frá 1984, og ”Arbeitt verður framhaldandi fyri føroyskum limaskapi í IOC” stendur í báðum samgonguskjølunum frá 2019 og 2022. Tað er ofta endurtikið ígjøgnum mong áratíggju, og bara at endurtaka tað enn eina ferð á ríkisfundi flytur okkum ikki longri enn hinar 100 ferðirnar, vit hava ynskt tað. Nær verður tað eitt krav?
Var tað so, at danska stjórnin, IOC og/ella WTO loksins høvdu gingið einum føroyskum ynski á møti, so var okkurt at halda tíðindafund um, men at fyriskipa tíðindafund bara fyri at siga, at arbeiði, sum longu er í gongd, framvegis er í gongd – hvat skal tað til?
Niðurstøðan um framtíðina hjá Føroyum í ríkisfelagsskapinum, sum tey optimistisku trúðu fór at koma í dag, kemur bara kanska í hesum valskeiðnum. Og verður tá kanska/helst bara ein endurtøka av, at arbeiðast skal uppaftur longur við tí sama, áðrenn nakað hendir.
”Det er noget, vi skal drøfte nærmere i fremtiden”
”Der er nok også nogle muligheder uden at man ændrer grundloven. Det som har betydning for os – Færøerne – det er, at vi får de beføjelser, som der er behov for. Men det er ikke nogen tvivl om, at vi vil ikke stå alene i verden. Vi har behov for samarbejde, vi har behov for et fællesskab, også med Danmark; det har været et godt samarbejde, et godt fællesskab; også NATO og så videre, så der er flere løsninger, men det er noget som skal – to parter skal til at danse tango – så det er noget som vi og den danske regering skal drøfte nærmere i fremtiden”
... var svarið frá løgmanni, tá John Johannesen spurdi, um prosessin fyri breiðu semjuni innibar, at Føroyar fyri at fáa ynsktu heimildirnar traðka út úr verandi unión og inn í eina unión aftur.
Spurningurin var greiður og relevantur, tí vit sum fólk høvdu fingið ta fatan, at júst hetta var nakað, sum fór at verða viðgjørt á ríkisfundinum, og at hetta var tað, Sambandsflokkurin ikki vildi standa modell til. Men svarið frá løgmanni var eitt veruligt antiklimaks. Tí eftir svarinum at døma er hetta nakað, sum ikki er viðgjørt enn, men sum skal ”drøftast” við stjórnina einaferð í framtíðini.
To be continued ...
Eitt gott hugskot til komandi ríkisfundir hevði verið, at tíðindafundur einans varð hildin, um ríkisfundurin antin kom ásamt um at seta okkurt nýtt í gongd ella kom til eina endaliga niðurstøðu. Tí tað er eitt antiklimaks bæði fyri fjølmiðlar at møta upp, og fyri Føroya fólk at tendra fyri stroyming, bert fyri at fáa hugnaprát um, at arbeitt verður víðari við málunum á dagsordanini.