Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað er her, tað sker - Tindhólmur er í dag karmurin um ríkisfundin millum leiðararnar í ríkisfelagsskapinum, og her verða bæði trygdarpolitikkur og ríkisrættarlig viðurskifti vend í dag

Saman at standa … 

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.06.2025 - 11:15 Leiðarin Politikkur

Í dag er ríkisfundur millum Mette Frederiksen, forsætisráðfrúgv, Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformann, og Aksel V. Johannesen, løgmann, úti í Tindhólmi. Á skránni eru trygdarpolitisku viðurskiftini úti í heimi, og so verður eisini komið inn á ríkisrættarligu viðurskiftini millum Føroyar, Grønland og Danmark. Breiða semjan um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum kann verða vinnaramálið hjá løgmansflokkinum – og tó.

 

 

Løgmaður hevði uttan iva vónað at kunnað farið út í Tindhólm við eini tjóðarsemju um ríkisrættarligu støðuna, men tað verður av ongum. Hinvegin kann hann fara út hagar við eini breiðari semju, og møguliga tað er nóg gott. Fimm flokkar standa nevniliga aftanfyri løgmann, og bert Sambandsflokkurin er ímóti.

Hevði Javnaðarflokkurin kunnað mynstrað fulla skútu, hevði fundurin í dag verið forummið, har løgmaður legði fram vinnaramálið hjá flokkinum. Men retorikkurin hjá Sambandsflokkinum tykist vera málrættaður eftir, at flokkurin vil hava ónøgd javnaðarfólk yvir til Sambandið, og um tað eydnast, vinnur Javnaðarflokkurin ikki upp á hetta, kanska tvørturímóti. Hinir báðir flokkarnir í samgonguni, og partvíst Fólkaflokkurin, vinna hinvegin uppá tað.

Í stuttum snýr breiða semjan seg um at redefinera ríkisfelagsskapin til ein felagsskap fyri sjálvstøðug lond, ið kann rudda slóð fyri føroyskum limaskapi í eitt nú WTO, Norðurlandaráðnum, NEAFC og Olympisku leikunum. Endamálið við hesum fyri Føroyar er at fáa uttanríkispolitiskar heimildir á økjum, har vit í dag antin verða umboðað av Danmark ella als ikki umboðað.

Eisini kann hugsast, at fríhandilsavtalur fara at fylla nakað á fundinum. Føroyar hava fingið stillað í útsikt betri atgongd til ES-marknaðin sum fylgju av, at Føroyar hava minkað um samstarvið við Russland, men higartil er onki hent á tí økinum, og málið tykist liggja stilt. Hetta kann løgmaður eisini brúka sum jarnbrot yvirfyri Sambandsflokkinum, um tað eydnast at fáa fríhandilsavtalu við ES undir nýggja ríkisfelagsskapinum, tí tað hevur ikki eydnast við verandi kørmum.

Møguleiki er eisini fyri, at fundurin fyri ríkisrættarligu støðunnar part endar úrslitaleysur, har tey trý londini bert semjast um at arbeiða víðari við málunum, og so má úrslitið enn eina ferð bíða, til tað arbeiðið er gjørt. Tað kann henda fyri málið um ríkisfelagsskapin, men tað er ikki sannlíkt, at tað hendir fyri trygdarpolitiska og uttanríkispolitiska partin. Á tí økinum kunnu vit vænta eina semju og eitt felags útspæl í dag.

Tískil er fundurin í dag rættiliga spennandi. Leggur Aksel V. Johannesen breiðu semjuna við hinar 4 flokkarnar fram fyri forsætismálaráðfrúnni og landsstýrisformanninum, kann úrslitið víðka munandi um heimildirnar hjá Føroyum og harvið lyfta Føroyar framá í altjóða høpi sæð við sjálvræðisbrillum. Hinvegin var eisini breið semja um Suðuroyartunnilin, men málið var lagt á ís og liggur har enn, og tað kann eisini henda fyri breiðu semjuna um broyting av ríkisrættarligu støðuni.

Nú fáa vit so at vita, hvønn leiklut Føroyar hava trygdarpolitiskt, og um Tindhólmur verður staðið, har ríkisfelagsskapurin verður uppsagdur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fimm av seks flokkum taka ábyrgd!
40 ár í sama starvi
Saman at standa … 
Líðhamar inni við 22.000 pundum
Batman sæddur í Á handlinum
Methøgt stigatal: Við Tjarnir fingið alt…
Summar­framsýningin prikar til okkara ásk…
Konsert í Christians­kirkjuni í Klaksvík
Tjóðarsemja – og harpiks
Veðrið í vikuni
Gadus farin nýggjan túr
Pílagrímsguds­tænasta
Ein ítøkilig loysn á bústaðarneyð­ini: Lo…
Føroyar taptu 3-0 fyri Luksemborg
Laura Dekker lagt at í Leirvík
Ein hjartans tøkk
KÍ vann stórsigur eftir trupla byrjan
Summarkvøld við Toftavatn
Undirsjóvar­tunnil í Kalsoynna
Norðsøki á veg á Íslands­miðini