Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ført hevur verið ført fram, at "fiskivinnufyritøkur fáa ov stórt vald, um tær gerast ov stórar". Men nú er ómegdin í Fiskimálaráðnum eftir øllum at døma vorðin so stór, at ikki bert stórar, men eisini smáar fyritøkur, verða sæddar sum vandamiklar, nú Fiskimálaráðið er farið í hernað ímóti "nærstandandi fyritøkum

Undirlutakenslur handan broytingina í sjófeingislógini?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.04.2025 - 13:53 Leiðarin Politikkur Vinna

Í einum demokratiskum samfelagi er tað fólkið, sum velur sítt umboð í valdið. Ein fyrimunur við hesum er, at tú kanst velja ein, sum vil landi og fólki bestu umstøður, høgum sum lágum, ungum sum gomlum, frískum sum sjúkum. Og sum ynskir landinum besta hugsandi búskapin, mest møguligar inntøkur og avmarkaðar útreiðslur. Í øllum samfeløgum er eitt ynski um vøkstur og framgongd, bæði í nærsamfeløgum og í vælferð.

 

 

Fortreytirnar fyri øllum hesum viðurskiftum vilja altíð vera ein stuðlandi politikkur, bæði sosialpolitiskt og vinnupolitiskt. Politikararnir eru av okkum valdir at menna okkara land á øllum økjum. Tó er tað, sum sæst í dagsins politikki, ikki ein mennandi atferð, hvørki sosial ella vinnuligt.

Á ongan hátt gerst man serfrøðingur í tí løtuni, ein verður valdur inn á ting. Á ongan hátt er ætlanin, at politikarar skulu bróta niður tað, sum veruligir “serfrøðingar” hava uppbygt, og sum gagnar landi og fólki. Í føroysku fiskivinnuni í dag eru fleiri reiðarí, kanska 5 í tali, sum eru størstu umsetararnir av fólksins ogn til fólksins vælferð.

Róð verður fram undir, at fiskivinnan ikki er ein serliga vitanartung vinna, og at ov fáir akademikarar vinna sítt dagliga breyð í fiskivinnuni. Tó er tað ikki heilt eiðasørt, at har eru akademikarar. Men skulu vit seta enn fleiri, merkir tað enn størri bureaukrati. Bureaukratiið í Føroyum er longu blivið so umfatandi nú, at cirkulin er við at vera fullkomin, og akademikarar byrja at bíta seg sjálvar og hvønn annan í halan.

Nú er ætlanin at seta avmarkingar fyri hesi vælferðarskapandi vinnu. Onki verður nevnt um menningina seinastu árini. Onki verður nevnt um, hvussu aðrar vinnur, sum einans hava havt sínar menningarmøguleikar takkað verið fiskivinnuni og alivinnuni, eru mentar. Her meinast við mongu smáu fyritøkurnar við tungari vitan og serfrøði innan alskyns yrki; altjóða viðurkendar fyritøkur við royndum, tær hava fingið av at veita fiski- og alivinnununum útgerð, vørur og tænastur.

Synergieffektin av sterkum feløgum og reiðaríum sýnist týdningarleys og óviðkomandi fyri ávísar valdsharrar. Fyri valdsharrar, sum vit annars hava valt at bera okkara land framá. Í staðin verða hesir sterku fyritøkurnar mettar at vera ein hóttan móti demokratinum.

Hesir valdsharrar í landsins stýri tykjast kenna sítt vald hótt av føroysku fyritøkunum. Av at nøkur av teimum skal vaksa seg stóra og sterka. Og tí eru teir farnir at leggja fyritøkunum fótonglar í vegin, soleiðis at í staðin fyri at hava nakrar sterkar fyritøkur heldur skulu hava spjaða virkisførið so, at vit fáa nógvar veikar fyritøkur.

– ”Útlendskur kapitalur skal út!” Hví? Tí útlendskar íløgur í føroyskt fyritakssemi ger føroysku fyritøkurnar sterkar, og landsstýrismaðurin vil helst hava tær veikar. Síðani skulu vit hava antitrust, sum ger, at fyritøkurnar heldur ikki kunnu vaksa seg stórar við føroyskum kapitali. Tað er v.ø.o. ikki útlendska hjáveran, sum er trupulleikin, men at føroysku fyritøkurnar tiltrekkja ov nógvan áhugaðan kapital. Tí kapitalur skapar sterkar fyritøkur, og tað ynskir Landsstýrið ikki.

Nýggjasta útnevnda hóttanin móti valdsharrunum eitur ”Nærstandandi feløg”. Nú skulu eisini smáu fyritøkurnar rakast, um bert tær samstarva við tær stóru, sum landsstýrismaðurin følir seg hóttan av. Hevur eitt lítið reiðarí við einum lítlum skipi samstarv við eitt stórt, so verður tað lagt saman fyri at fáa samstarvið upp um markið fyri, hvat landsstýrismaðurin tolir, og harvið gjørt ólógligt.

Eitt sindur av sunnari skepsis yvirfyri stórum altjóða konglomeratum er bæði sunt og til at skilja, men um so landsstýrismaðurin veruliga sær sítt vald hótt av, at nakrir føroyskir línumenn og -bátar samstarva við stór reiðarí, so hansara kensla av ómegd alt ov stór og veruleikafjar og undirlutakenslurnar slignar honum upp í høvdið. Og tað eru tær kanska/helst.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið klárt til Norð­oyastevnuna
Lands­fundu­rin Miðfloksins verður komandi…
Málið um Suðuroyar­tunnil dettur burtur
Gólvið Í KÍ høllini verður skift
Suðuroyar­tunnilin aftur í nevnd
Línuskip og útróðrarbátar sleppa aftur í…
Bjarni: Samgonguting­fólk eru bukkaði und…
Sólvit: Málið um Suðuroyar­tunnilin skal…
Framsókn stendur við skegginum í postkas…
Málið um íleggingargrunnin aftur í nevnd
Ruth: Ongin Suðuroyar­tunnil uttan pensió…
Eirikur: Pensjónsmál­ini verða tikin aftu…
Seinasta hond løgd á Norð­oyastevnublaðið
Tingfundu­rin niðurlagdur til kl. 13
Liljan uppsagt clearingsavtalu við Fólka…
Frimodt tikið sæti á tingi
Tingfundu­rin niðurlagdur til kl. 11
Stakkavík sløk 6.000 pund
Lágir prísir, men alingin gekk væl 
Av Kallinum á summarskeið á Syðradali